Frustrerandi við flytingum

Tíbetur er talan um somikið seriøs pør, ast hesi higartil hava dømt dystirnar, hóast flytingar. Men tað kann væl verða, at tolið at enda verður uppi, sigur umboð fyri hondbóltsdómarar

Ein partur, ið við vissu verður raktur, tá dystir skulu flytast, eru dómararnir. Síðani seinasta kappingarár hava hesir umboðað sokallaða dómarafelagið, og har eru tey í øllum førum alt annað nøgd um mongu flytingarnar.
- Nu´kenni ikki allar orsøkirnar í einstøku førunum, sigur Eyðun Samuelsen vegna dómarafelagið.
- Men eg kann bara staðfesta, at tað er ótrúliga frustrerandi, tá ið dystir í tíð og ótíð hava verið fluttir. Tíbetur má eg tó siga, at vit hava verið í teirri hepnu støðu, at dómararnir allir fylgja við í uppgávum sínum. Tað vil siga, at dómarar verða settir á ein dyst, og um hesin verður fluttur, sum fylgja dómarar við. Har hava vit so ikki enn havt nakrar trupulleikar, tí dómararnir taka sína uppgávu somikið alvorligt. Men eg dugi væl at ímynda mær, at onkur fer at siga stopp, um flytingarnar framhaldandi verða eins nógvar í tali.
- Viðvíkjandi dystinum millum Stjørnuna og Kyndil, sum varð av ongum, var støðan tó sera óheppin. Her var annar dómarin farin á hálvum degi úr Kaldbak, har hann arbeiðir, bara fyri at finna útav, at dysturin fyribils var avlýstur. Tað er ein støða, sum ikki eigur at koma fyri, staðfestir altso Eyðun Samuelsen vegna dómarafelagið.