FS Vágar fult stigatal

Fótbóltur, 2. deild: FS Vágar var á odda 3-0 og hevði tamarhald á, men teir mundu lorkað tað burtur móti endanum

FS Vágar er eitt av liðunum, sum ætlar sær at spæla í 1. deild næsta ár. Tað ætlar Skála sær neyvan, men kortini var munurin millum liðini ikki størri enn eitt mál, tá avtornaði.

Vágaliðið var annars omaná tað mesta av dystinum, men mannfall í seinna hálvleiki gjørdi, at Skála mundi stolið eitt stig í seinastu løtunum.

John Johansen er toppskjútti í 2. deild eftir tvey tey fyrstu umførini, og hann var væl fyri í vindinum á Skála leygardagin.

Hann skeyt einasta málið í fyrra hálvleiki, og kom tað uppá brotsspark, eftir at John sjálvur hevði rikið hálvan vøllin og síðani varð feldur.

Hann skoraði eisini sjálvur upp á brotssparkið, og í seinna hálvleiki tvífaldaði hann leiðsluna úr eitt sindur spískum vinkli eftir sending frá Eyðfinni Davidsen.

2-0 bleiv til 3-0, tá John Johansen enn einaferð setti ferð á úti í høgru og sendi innfyri til Tór-Ingar Akselsen, sum skoraði.

FS Vágar fekk Kim Poulsen útvístan miðskeiðis í seinna hálvleiki eftir hevnisøku, og minuttin aftaná noyddust bæði Ari Thomassen og Heðin Joensen út við skaða.

Pauli Hansen minkaði tvær ferðir fyri skálamenn, og serliga seinna málið var gott, tá hann rann tvørturum allan brotsteigin og skoraði við høvdinum. Tað fyrra kom eftir innlegg, har hann stóð púra fríur.

Tað vóru slakir fimm minuttir eftir, tá støðan bleiv 2-3, og tað var ikki langt frá, at Skála kom upp á 3-3 eisini, men tað hevði ikki verið heilt í tráð við dystargongdina, um so varð.

FS Vágar kundi havt avgjørt alt longu í fyrra hálvleiki, men teir vóru ikki nóg neyvir frammanfyri málinum. Tað sleppa teir ikki so lætt við næstu ferð, tá teir spæla oddadyst heima móti TB.

Skálamenn, sum framvegis standa á 0 stigum, hava útidyst móti KÍ næsta sunnudag.