Fótbóltur
Skomm. Stór skomm. Tað mundu vera fyrstu orðini, sum runnu gjøgnum heysin, tá dysturin millum SÍF og MB varð blástur ígongd.
Eitt var, at hetta var ein heldur hugtung løta hjá teimum, sum í nógv ár hava stríðst fyri at fáa eitt sterkt FS Vágar upp at standa. Dysturin var í so máta ein lagnudystur, sum fór at gera av, hvørt einum felagsliði yvir høvur var lív lagað. Undan dystinum hevði SÍF boðað frá, at stóð tað til teir, so verður talan framvegis um eitt FSV komandi kappingarár, men tað verður so uttan MB, sum longu í vár boðaði frá, at teir tóku seg úr samstarvinum, tá hetta kappingarárið var av.
Ólógligir leikarar
Tað er í sjálvum sær ein erlig støða at hava, og í so máta var talan ikki um nakra skomm. Skommin var heldur, hvussu miðvingar høvdu valt at fyrireika seg til dystin. Hvørt tað var talan um eina roynd at mobilisera tað besta, sum bygdin hevur alt seinnu árini, ella um talan bara var um ein jánkasliga roynd at fáa sandavágsmenn at kæra, fæst helst ongantíð at vita. Men í øllum førum funnust fleiri leikarar á liðnum, sum als ikki høvdu loyvi at vera við.
Í vikuni høvdu feløgini bæði fingið ein lista frá FSF, har tað greitt framgekk, hvørjar leikarar feløgini kundu gera nýtslu av. Eitt nú stóðu hvørki Birgir Jørgensen ella Petur Eiriksson á hesum lista, men kortini vóru teir millum teir ellivu, sum byrjaðu á vøllinum fyri MB. Tað sama vóru Bogi Ellefsen, Trygvi Askham og Árni Hansen, sum annars hava leikt fyri SÍ. Tað ljóðaði, at spæliloyvið hjá hesum seinastu nevndu var latið MB í evstu løtu, men har tala reglurnar hjá FSF sítt greiða mál. Einki leikaraskifti frá 10. august til kappingarárslok, og so var ikki stórt meira at tosa um tað. Og skuldi tað havt hent seg, at spæliloyvini vóru avgreidd, so hevði ein leikari sum Birgir Jørgensen kortini ikki havt loyvi at spælt, tí hann fekk reytt kort í seinasta dystinum í aðru deild í ár.
At alt hetta so varð samantvinna við einum provokerandi innmarchi, har MB-fløggini vórðu borin høgt, gjørdi bara ilt verri. Heldur enn at talan skuldi verða um eina ítróttarliga avgerð um, hvør parturin skuldi halda liðnum í aðru deild, tóktist hetta onkursvegna vera ein manifestatión av, at MB er nakað serligt, og at felagið nokk eisini skal standa seg tey næstu 99 árini.
Fótbólturin vann
Á vøllinum gjørdist tað tó tíbetur tær ítróttarligu fyritreyitirnar, sum avgjørdu tað mesta. Ætlanin hjá MB við styrkinum var kanska, at teir skuldu vinna dystin, fyri síðani at proklamera at sigurin varð frátikin teimum á skrivaraborðinum, men tann ætlanin helt so ikki.
Við gomlu kempum sum eitt nú Torkil Nielsen, Albert Ari Thomassen, Emil Hentze og øðrum eydnaðist fyri tað mesta SÍF - sum leiktu í FS V troyggjum - at halda tamarhald á dystinum. Tíðliga komu teir á odda, tá John Thomsen fór upp ígjøgnum alla vinstru síðu, fyri við eini blanding av hepni og vilja at fáa trýst bóltin inn um. Og í einum tveimum førum høvdu teir eisini góðan møguleika at økja um leiðsluna, uttan at hetta tó eydnaðist.
Eftir steðgin brendi eitt sindur meira á í so máta. Heimaliðið megnaði als ikki í sama mun at halda bóltinum koyrandi. Fyri tað nógva varð heldur sparkað burtur í vónini um, at tað skuldi eydnast Tór-Ingari Akselsen at renna bóltarnar upp, men hann varð væl ansaður av gestunum.
Hinvegin var um reppið, at Birgir Jørgensen skoraði, tá hann gjørdist einsamallur við málverjanum, men úr hálvspískum smekkaði hann til fram við málinum, og løtu seinni varð alt avgjørt. Fyrst endaði ein langur solotúrur hjá Tór-Ingari við, at Rúni Olsen fekk bóltin í høgra borði. Hann var ísakaldur, tá hann fyrst rundaði ein verjuleikara, áðrenn hann langaði bóltin flatt í netið til 2-0. Og løtu seinni stóð 3-0, eftir at útlúgvaður Torkil Nielsen vann eitt heldur heppið brotsspark, sum Tór-Ingar setti trygt í kassan.
Rómurin á heimaáskoðarunum var øgiligur, og rópini út á vøllin vóru ikki altíð so vinarliga sinnað móti gestunum, sum nú bæði umsitingarliga, fyrireikingarliga og ítróttarliga høvdu spælt fallitt.
Kæra seg sjálvar?
Fallitt er kanska dekan ov nógv sagt, tí sjálvandi hevur MB enn møguleikan, alla ta tíð at enn er ein returdystur eftir at spæla. Tað tykist tó heldur margháttligt, at besti møguleikin, sum MB hevur at vinna samlaðu uppgerðina, nú er, um teir kæra seg sjálvar fyri nýtslu av ólógligum leikarum. Tað kundi viðført eitt tap upp á 0-0, og so høvdu møguleikarnir hjá einum kanska lógligum MB verið størri leygardagin, enn teir annars eru.
At MB má kæra seg sjálvt, kemst helst av, at sandavágsmenn neyvan gera tað. Teir hava vunnið dystin við ítróttarligu fortreytunum á rætta stað, og so sleppa teir undan at gerast partur í hesum stríðsmálinum. Annar møguleiki er so eisini, at FSF sjálvt tekur málið til viðgerðar. Sum tað framgongur aðra staðni á síðuni, so er tann møguleikin als ikki so fjarður, og so er spurningurin, hvat úrslitið verður.
SÍF-MB 3-0 (1-0)
1-0: John Thomsen
2-0: Rúni Olsen
3-0: Tór-Ingar Akselsen (br.)
Dómari: Dagfinn Olsen: Tóktist í fleiri førum ikki hava tamarhald á illstøðunum, sum íkomu á vøllinum.