FSF nógv størsti einstaki íleggjari í Tórsvølli

Hóast ikki alt endaliga er komið upp á pláss viðvíkjandi partinum hjá Fótbóltssambandinum í Tórsvølli, so er tað longu nú greitt, at FSF fer at eiga so nógv ta størstu einstøku íløguna á Tórsvølli, nevniliga í bygninginum

Tá Tórsvallarverkæltanin, sum hon sær út nú verður liðug, er kostnaðurin sambært teimum skjølum, sum Sosialurin hevur fingið innlit í, um 25,6 mió. krónur.

Ein av orsøkunum til at samlaði kostnaðurin gerst góðar 25 mió. er, at bygningurin varð gjørdur beinanvegin, og ikki bíðaði til farið varð undir seinnu byggi-stigini.

Men fyri at tað skuldi vera møguligt at gera bygningin, so var sjálvsagt eisini neyðugt við fígging, og eisini hesin parturin er loystur - ella næstan loystur.

Fótbóltssambandið hevur boðið sær at fíggja 70 prosent av bygninginum, meðan stuðulin frá landinum fíggjar hini 30 prosentini, og tað merkir sostatt, at Grunnurin Tórsvøllur einki kemur at hava við bygningin at gera.

Torleif Sigurðsson, formaður í FSF váttar fyri Sosialinum, at hetta er ætlanin, men hann sigur samstundis, at ætlanin ikki endaliga er komin uppá pláss enn.

Er tað tí, at tit eru ósamdir við grunnin um eitthvørt?

? Nei. Hóast vit ikki hava gjørt eina avtalu, so eru vit í høvuðsheitum samdir. Men vit skulu útvega fígging eitt nú frá UEFA, FIFA og UFA, og tað tekur rættiliga drúgva tíð, sigur Torleif Sigurðsson, og hann leggur afturat, at FSF ikki kallar inn til eykaaðalfund fyrr enn allir smálutir eru komnir uppá pláss tí viðvíkjandi.

? Vit hava fingið váttan frá UEFA, at vit fáa 500 túsund SCF, sum svarar til um 2.3 mió. krónur, men vit hava bara ikki fingið nágreiniligu upplýsingarnar enn. Vit hava ikki trupulleikar við at útvega fíggingina, men vit skulu bara hava eina nágreiniliga ætlan yvir hvussu hon kemur at síggja út, sigur Torleif.

Men vil tað so ikki siga, at tit við hesum verða nógv tann størsti einstaki íleggjarin í Tórsvølli?

? Jú tað vera vit. Men við at gera tað á henda hátt, so loysa vit tveir trupulleikar í senn. Vit hava ein hølistrupulleika í løtuni, og hann kunnu vit loysa, við at flyta virksemi okkara oman í nýggja bygningin, og samstundis gera vit at Tórsvøllur fær endaliga góðkenning sum altjóða vøllur, tí hana fáa teir ikki, um einki hús er. Teir hava fingið undantaksloyvi til at brúka B36-, ella HB-húsið, men tað gongur ikki so leingi.

Men áðrenn FSF flytir inn í bygningin við Tórsvøll, so skal ein eykaaðalfundur geva nevndini loyvið til at útvega neyðugu fíggingina. Metir formaðurin tað vera ein trupulleika.

? Nei, tað vænti eg ikki. Vit hava fingið loyvi til ein part av fíggingini, og eg rokni ikki við, at vit fáa trupulleikar við at útvega restina, men áðrenn tað, so mugu vit hava teir ná-greiniligu upplýsingarnar, soleiðis at feløgini vit hvat tað er hvat tey taka støðu til, sigur formaðurin í Fótbóltssambandinum.