Í tíðíndaskrivi fyri lítlari løtu síðani sigur FSF soleiðis:
»Starvsnevnd FSF?s og Ísak Mikladal hava í dag gjørt avtalu um, at Ísak Mikladal eftir egnum ynski fer frá sum aðalskrivari frá í dag at rokna.
Partarnir eru samdir um, at Ísak Mikladal tað næsta árið skal virka sum ráðgevi hjá FSF. Ísak Mikladal skal virka sum ráðgevi á teimum økjum, hann hevur arbeitt við frammanundan, eins og hann skal taka sær av øðrum uppgávum.
Eisini skal hann vera við til at seta nýggja aðalskrivaran inn í starvið.
Starvsnevnd FSF?s hevur í dag gjørt avtalu við Virgar Hvidbro um, at hann verður virkandi aðalskrivari til nýggjur aðalskrivari er settur.
FSF vil við hesum takka Ísaki Mikladal fyri ta drúgvu tíðina, hann hevur arbeitt sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, føroyskum fótbólti at frama.«
Báðir høvuðspersónarnir í glantrileikinum seinastu dagarnar, Høgni í Stórustovu og Ísak Mikladal, hava skrivað undir tíðindaskrivið, sum nýggi aðalskrivarin hevur sent fjølmiðlunum.