Í dag verður FSM15(Føroya Sterkasti Maður 2015) í Hoyvíkshøllini. Jákup Súni Berg, sum er fyrireikari av tiltakinum, verður ikki sum ætlað við í kappingini. Jákup Súni var bara ein tíggjundapart av einum sekundi at vinna FSM14, men gjørdist akkurát ov stuttur.
Jákup Súni hevur pínu í rygginum, sum ger at hann ikki klárar at luttaka hesaferð. Skaðin er fylgja av ógvusligu hendingini í styrkilandsdystinum móti Danmark í 2012, tá Jákup Súni breyt fótin seinasta øvilsinum.
- Stutt eftir tað byrjaði eg at fáa ilt í ryggin. Tað hevur arga meg líka síðan og nú gongur ikki meir. Eg fari í næstum til kanningar í Danmark fyri at fáa greiða á hvat er galið, sigur Jákup Súni Berg.
34 ára gamli Jákup Súni hevur tó ikki í sinni at leggja kongin.
- Eg ætli mær at blíva klárur aftur. Eg ætli mær at verða føroya sterkasti maður aftur, sigur Jákup Súni víðari.
Sostatt verður Jákup Súni Berg bara fyrireikari í kvøld, tá FSM15 verður í høllini í Hoyvík.