FT Game Jam 2013: Ger títt egna telduspæl

Nú hava áhugaði møguleikan at læra hvussu ein framleiðir eitt telduspæl. Átakið er vælkent í londunum kring okkum, og nú fáa føroyingar høvi at læra hvussu eitt telduspæl verður gjørt.

 

Tiltakið FT Game Jam 2013 verður 1. og 2. februar, og har verður møguleiki at læra meira um telduspøl. Í londunum kring okkum eru átøk sum Nordic Game Jam og Global Game Jam, og tað er við íblástri frá hesum átøkum, at tað føroyska tiltakið verður skipað.

 

Dagarnir verða skipaðir á tann hátt, at tann fyrsti dagurin kemur at snúgva seg um fokuseraðar fyrilestrar um gaming, meðan annar dagurin bjóðar framleiðslu av tveimum game prototypum.

 

1. februar verður fyrilestur frá 15.00 til 19.00, og hendan dagin er einki aldursmark. 2.Februar verða workshops frá 09.00 til 19.00, og er 16 ára aldursmark til hetta.

 

Á skránni er millum annað hetta:

 

Søguskriving - Oddfríður Marni Rasmussen

Game-Design - Eyðstein Lutzen

Concept - Kim Brockie

3D/2D - Hans Kristian Hansen

Sound Design - Mikael Blak, Heri Schwartz

Forritan - Julius Biskopstø

Testing, publishing - Ólavur Ellefsen

 

Les meira um tiltakið her:

 

www.facebook.com/events/413154342093659/