Füchse Berlin vann seg trygt víðari í steypakappingini

Hákun West av Teigum var effektivur í kvøld

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin spældu í kvøld áttandapartsfinalu í týsku steypakappingini.

 

Í Max Schmelling høllini í Berlin var ThSV Eisenach á vitjan. 

 

Füchse Berlin vann stórsigur 38-22 á Eisenech. Í steðginum vóru berlinarnir frammanfyri við 10 málum, 22-12.

 

Hákun var effektivur í kvøld. Hann fekk fýra málmøguleikar, og hann setti allar í netið. Hákun legði eisini upp til eitt mál (assist). 

 

Í fjórðingsfinaluni verður talan um føroyingauppgerð. Tá taka Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og liðfeløgum hansara í THW Kiel. Fjórðingsfinalan verður leikt í Max Schmelling høllini eina viku undan jólum, 17. desember.