Bert ein føroyskur leikari í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hevur megnað at stýrt uttanum skaðarnar. Tað er Allan Norðberg, ið saman við liðfeløgunum í Vali í kvøld spældi dyst á útivølli móti Fram, ið má klára seg uttan Dánjal Ragnarsson.
Valur vann ein trivaligan 36-27. Valsmenn løgdu góðan botn í fyrra hálvleiki, og teir vóru á odda 21-14 í steðginum. Allan var noteraður fyri eitt mál.
Valur er triðfremst í deildini við 12 stigum.
Valsmenn eru tvey stig aftanfyri oddaliðið, Afturelding.
Afturelding megnaði í kvøld uttan Hall Arason, men við Sveini Olafssyni í hópinum at vinna á heimavølli 25-23 (11-13) á FH. Sveinur hevur eisini verið skaðadarvaður.











