Fuglafjørður framvegis framúr

Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir vundu aftur í dag burturúr øllum hinum

Mest sannførandi avrikið higartil í dag var aftur tað hjá kvinnunum úr Fuglafirði umborð á Erlu Kongsdóttir.

Tað vóru ikki nógv tøk tikin, áðrenn ljósagrøni báturin stakk seg framum hinar, og tað var heilt skjótt, at tað var leyst, og so var spurningurin bara, hvussu nógvar bátslongdir tað fór at vera frá Erlu og aftur til hinar bátarnar.

Havfrúgvin hevði onkra ferðina fyrr í summar givið ábendingar um, at tað kanska kundi fara at verða spennandi á Fjarðastevnu í Vestmanna, men tað var als eingin spenningur um fremsta plássið.

Tað var í eina løtu meiri spennandi um næstfremsta plássið, men sum bátarnir nærkaðust málinum varð tað greitt, at Havfrúgvin úr Vestmanna var best í tí kappingini. Eina løtu hevði Sílið hug at bjóða av, men tá ið alt kom til alt endaði Teistin á bronsuplássinum.

 

1Jarnbardur05:07.13  
2Sølmundur05:11.04  
3Lómur05:11.23  
4Páll Fangi05:12.09