1. Á myndini síggjast, á dekkinum á einum av motorbátunum hjá S. P. Petersen, sonur hansara S. P. Petersen (yngri) til vinstru, ein staðkendur skjútti frammi í skut, meðan maðurin longst til høgru helst man vera Rosenkrantz barónur. Mynd: Petur Martin Petersen

Fuglafjørður í stereo – tá ið hov­foto­grafur vitjaði í Fugla­firði

Summarið 1919 kom Kongaligi hovfotografurin Peter Elfelt saman við nøkrum av vinum sínum til Føroyar.

1. Á myndini síggjast, á dekkinum á einum av motorbátunum hjá S. P. Petersen, sonur hansara S. P. Petersen (yngri) til vinstru, ein staðkendur skjútti frammi í skut, meðan maðurin longst til høgru helst man vera Rosenkrantz barónur. Mynd: Petur Martin Petersen

Søgubólkurin, Fuglafjarðar kommuna:

 

Vit vita ikki, hvør av teimum hevði fingið hugskotið til túrin; men her var tað eftir øllum at døma talan um eina privata veiðiferð, har Fuglafjørður skuldi vera høvuðstøð. Hetta var einasta ferðin hjá Elfelt í Føroyum og til alla lukku gav hann sær eisini stundir til at taka fleiri frálíkar fotomyndir á túrinum – so nevndar stereo myndir, har myndirnar verða trídimensionalar, um hugt verður at teimum við einum serstøkum kikara (mynd 1).

 

Søgan um vitjanina hjá Elfelt um summarið 1919 verður partur av bindi II av bókaverkinum “Fuglafjørður og fuglfirðingar”, sum verður útgivin í juli av Fuglafjarðar Kommunu.

 

Steffen Stummann Hansen

 

 

 

Í januar 1921 fekk Samuel Peter Petersen (eldri, 1861-1955) í Fuglafirði eina nýggársheilsan við hesum orðalagi:

 

Kjære Herr S. P. Petersen

 

Tak for Deres venlige Brev, det glæder mig De tænker paa mig og sikkert ogsaa paa mine Rejsefæller, vi gaar stadig og venter paa Dem og Deres Søns Besøg i København, vi ville gerne vise Dem Venlighed til Gengæld for al Deres Venlighed mod os.

 

Jeg beder Dem hilsen Deres Sønner og Familien baade i Fuglefjord og Klaksvig med de bedste Ønsker for Dem alle og et godt Nytaar

 

fra Deres hengivne Peter Elfelt.

 

Sendarin var tann kendi hovfotografurin Peter Elfelt (1866-1931)

 

##med2##

 

Peter Lars Elfelt, sum var føddur við eftirnavninum Petersen, hevði í 1890 latið upp atelier á bústaðnum Købmagergade 64 mitt í Keypmannahavn. Her fekk hann skjótt viðskiftafólk í tí høgu borgarastættini.

 

Umframt at vera ein avhildin fotografur var hann eisini tann fyrsti filmslóðbrótarin í Danmark, tá ið hann í 1897 gjørdi ein ein minutt langan film við heitinum Kørsel med grønlandske Slædehunde.

 

Tey fylgjandi árini gjørdi hann fleiri stuttar filmar, millum aðrar tíðindastubbar við kongshúsinum. Millum annað hetta síðsta førdi við sær, at hann í 1901 fekk heitið kongligur hovfotografur. Sama ár broytti hann eftirnavnið til Elfelt.

 

Hóast Elfelt gekk nýggjar leiðir við at gera film, so metti hann sjálvur altíð hetta sum eina hjávinnu sammett við arbeið hansara sum fotografur. Hann hevði í 1905 flutt atelierið frá bústaðnum í Købmagergade til Østergade 24 á Strøget. Ein av fyrstu lærlingunum, hann her fekk, var annars føroyska Jørgine Christine Houmann (1886-1973) úr Tórshavn.

 

Elfelt er ikki minst kendur fyri sínar stereoskop-myndir, sum hann fór at taka longu í 1892. Ein stereoskop-mynd er sett saman av tveimum myndum tiknar av einum fototóli við tveimum linsum við frástøðu, sum svarar til eyguni á fólki. Um tú hyggur at myndini gjøgnum tann serliga eygleiðaran – eitt sonevnt stereoskop – fært tú eina trídimensionella uppliving av evninum.

 

Við hesum fingu fólk høvi til at síggja lívlíkar lýsingar av hendingum og støðum, har tey ikki høvdu verið sjálv – næstan sum eitt slag av sjónvarpi frá tí tíðini. Elfelt var harumframt íðin í fyriskipanararbeiði og var frá 1906 til 1918 formaður fyri Dansk Fotografisk Forening, sum vaks til ein sterkan stovn undir hansara leiðslu. Hann gjørdist riddari av Dannebrog í 1909.

 

Tað hevur higartil verið hildið, at Elfelt ongantíð vitjaði í Føroyum. Men omanfyrinevnda nýggjársheilsanin letur ongan iva vera um tað, og burtur úr hesum kemur, at fotografiska dokumentatiónin hjá Elfelt sjálvum av vitjanini nú kann sannast við vissu. Men nær vitjaði Elfelt í Føroyum – og sostatt eisini í Fuglafirði?

 

Nýggjársbrævið sipar beinleiðis til, at vitjanin hevur verið í 1920, og borið er á mannamunni, at hann helst var saman við “en baron Rosenkrantz fra Aarhus-egnen og en karantænelæge”.

 

Eftir at hava kannað tað gjølla er tað nú skilligt, at Elfelt var her summarið 1919, og at hann hevði tríggjar ferðafelagar, sum kunnu eyðmerkjast sum Holger Jørgen Gotlob Frederik Rosenkrantz (1886-1962), barónur á harragarðinum Sophiendal góðar tólv kilometrar norðan fyri Skanderborg, Harding Balthazar Rieffesthal, góðseigari (1859-1933), sum millum annað í árunum 1898-1916 hevði átt Urup Hovedgaard nær við Grindsted, og sóttverjulæknin Abraham Clod-Hansen (1857-1925) úr Keypmannahavn (mynd 3).

 

##med3##

 

Hesir fýra harrarnir standa allir á einum lista í útgávuni av Dimmalætting frá 18. juni yvir fólk, sum eru komin við DFDS-skipinum Tjaldrinum. Allir fýra harrarnir standa eisini á einum lista í Dimmalætting tann 28. juni, har nevnd vera nógv fólk, sum fóru úr Føroyum við sama skipi.

 

Vitjanin hjá Elfelt sýnist ikki herumframt at hava verið umrødd í teimum føroysku bløðunum, men úr hansara egnu stereoskop-myndum kann túrurin so dánt endurskapast.

 

Elfelt og teir tríggir ferðafelagar hansara komu til Havnar og sýnast eftir at hava steðgað her at vera farnir til Fuglafjarðar, har S. P. Petersen (eldri) helst hevur tikið sær av teimum. Elfelt tók fleiri myndir av motivum, meðan hann var í bygdini (Fig. 3-7).

 

Úr Fuglafirði var S. P. Petersen (yngri) síðani ferðaleiðari á einari veiðiferð kring Norðuroyggjar, har teir skuldu skjóta lomvigar. Eisini hesa hending hevur Elfelt avmyndað við sínum stereoskop-myndatóli (Fig. 8-9). Tað sýnist, sum um teir hava endað túrin í Klaksvík, har ferðalagið var gestur hjá familjuni hjá S. P. Petersen her.

 

Gestirnir fóru helst úr Føroyum úr Klaksvík við DFDS-skipinum Tjaldrinum, sum á einari mynd hjá Elfelt sæst liggja við bryggju her.

 

Myndirnar hjá Elfelt úr Fuglafirði, og ikke minst nýggjárskortið til S. P. Petersen (eldra), leggur eitt lítið petti afturat lívssøguni hjá hovfotografinum. Elfelt var ikki ofta uttanlands í sínum lívi. Eina ferð til Onglands í 1887, Paris 1889, USA um leið 1915, og nakrar ferðir til Týsklands og Svøríkis er tað, sum higartil er frætt um.

 

Fyrr hevur verið hildið, at tær stereoskop-myndir úr Føroyum, sum eru í savninum av stereoskop-myndum, sum lógu eftir hann, allar komu frá øðrum persónum, sum høvdu tikið tær fyri hann, sum hann ofta gjørdi sær dælt av. Nú er sjón fyri søgn – Elfelt var her in person í 1919, og Fuglafjørður fekk sum ein av teimum fáu bygdunum vitjan av honum.

 

Eftir stendur spurningurin um, hví Elfelt vitjaði her í 1919. Tað er einki, sum týðir uppá, at hann hevur verið her í handilsørindum. Harafturímóti er okkurt annað, sum bindur hesar harrar saman – tveir góðseigarar, og annar harumframt við barónheiti, og ein høgt virdur sóttverjulækni, sum eisini hevði verið eitt av fremstu ítróttarfólkunum í Danmark og var limur av Danmarks Olympiske Komite.

 

Loyniorðið hevur helst verið veiða. Rosenkrantz barónur var virkin veiðimaður og varð nevndarlimur í Dansk Jagtforening, Clod-Hansen var formaður fyri Københavns Jægerklub og gav fýra ár seinni út eina bók – góðar 300 síður – við heitinum Jagtskydning med Hagelbøssen (1923), og Rieffestahl, góðseigari, er á myndini – sum tann einasti – so at siga í veiðimannabúna.

 

Tað vóru ikki tikarar, gasellur, sebrur og elefantar, sum vórðu veidd, tá ið tær høgu stættirnar í tí danska samfelagnum skuldu á safari – tað vóru lomvigar í Føroyum – og sjálvandi skuldi tað avmyndast av ongum minni enn einum kongligum hovfotografi (Fig. 10).

 

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##

##med10##

 

Kristin Poulsen og Petur Martin Petersen týddu.

Keldurnar, sum greinin er grundað á, eru tilskilaðar í bókini sjálvari

 

1. Á myndini síggjast, á dekkinum á einum av motorbátunum hjá S. P. Petersen, sonur hansara S. P. Petersen (yngri) til vinstru, ein staðkendur skjútti frammi í skut, meðan maðurin longst til høgru helst man vera Rosenkrantz barónur. Mynd: Petur Martin Petersen

Ungdómspersónlýsing av Peter Elfelt (1866-1931). Mynd: Det Kongelige Bibliotek, Billedsamlingen

3. Ferðalagið á dekkinum á Tjaldur við fráferðina úr Keypmannahavn í juni 1919. Frá vinstru móti høgru síggjast góðseigarin Rieffesthal, barónurin Holger Rosenkrantz, sóttverjulæknin Clod-Hansen og (sitandi) hóvfotografurin Elfelt. Mynd: Andreas Trier Mørch

4. Fiskaarbeiði við handilin hjá S. P. Petersen (eldra) í 1919. Fremst síggja vit bátabrúnna, har timburbrúgvin er breiðkað við gróti og betong, sum um hetta mundið er komið í brúk í Fuglafirði. Framman fyri f iskakjallaran – á “betongini”, sum sementstoypti flatin niðan fyri fiskakjallaran varð róptur – eru stakkar við saltfiski, sum menn eru við at taka bastmátturnar av og bera konufólkinum at vaska. Yviri móti Skarðsá standa eikitunnur, sum blivu brúktar til vøruflutnings. Á einum trífóti sæst elsta fiskavektin, meðan tvær “modernaðar” fiskavektir standa oman móti atløgubrúnni. Á flagg stongini á galvinum á 1887-handilsbygninginum veittrar gula karantenuflaggið, sum í ein mans aldur bleiv brúkt til at kalla fólk til at breiða fisk. Gamla træbrúgvin um Skarðsá sæst niðan móti lítla smala f iskastykkinum niðan við ánni. Bæði Heiman- og norðanfyri Skarðsá er breitt við fiski til turkingar, meðan nakrir fiskastakkar standa klárir til at verða breiddir. “Norðan” fyri Toftagøtuna síggjast fremst húsini í Køk og longri uppi bóndahúsini í Toftum við grótlaðaða fjósinum omanfyri. Mynd: Det Kongelige Bibliotek, Billedsamlingen

Fiskastykkið í Støð. Mynd: Petur Martin Petersen

6. Fiskastykkið á Bakka. Mynd: Petur Martin Petersen

Jógvan Joensen (1862-1935), bóndi í Toftum, á veg norður á Bakka eftir Niðara Vegi. Mynd: Petur Martin Petersen

S. P. Petersen (yngri) fer við motorbáti av Fuglafirði við gestum sínum. Mynd: Petur Martin Petersen

Teir eru farnir at skjóta. Til vinstru S. P. Petersen (yngri), i miðjuni ein lokalur byrsumaður og til høgru barónurin Rosenkrantz. Mynd: Petur Martin Petersen

10. Fuglaveiðitúrurin endaði í Klaksvík. Her standa veiðimenninir og onnur uppi yvir teirra fongi – teim 80 lomvigunum, teir fingu á veiðuferð sambært Elfeltsa viðmerking til myndina. Miðskeiðis í myndini við fleygastong sæst S. P. Petersen (yngri). Teir tríggir menninir høgrumegin hann eru frá vinstru til høgru góðseigarin Rieffestahl, sóttverjulæknin Clod-Hansen og barónurin Rosenkrantz. Mynd: Petur Martin Petersen