Tað verður í Sarpugerði, at ÍF seinnapartin fer at verja borg á heimavølli. Í fyrradagin vóru teir lidnar at taka gamla graslíkið av vøllinum í Fløtugerði, og nú verður farið undir at leggja nýtt graslíki á. Ætlanin var hjá fuglfirðingum, at heimadysturin í dag og tann fríggjakvøldið ímóti FC Suðuroy skuldu vera í Leirvík. Men ÍF fekk ikki loyvi at spæla í Leirvík, tí vøllurin og kringumstøðurnar eru ikki góðkend til dystir í bestu deildini. Tí verður spælt í Sarpugerði.
Síðani 1-1 javnleikin í Vági fyri tveimum vikum síðani hevur Sámal Erik Hentze saman við AB fyrireikað seg til avbjóðingina ídag. Um roknað verður út frá støðutalvuni og út frá, tá ið liðini seinast hittust – 1-1 skírisdag á Argjum - so er lagt upp til, at hetta verður tøtt og spennandi uppgerð.
-Tað er eingin ivi um, at AB eigur nógvar góðar spælarar. Tí er tað í høvdinum, at tað ræður um at venda gongdini, hevur AB venjarin Sámal Erik Hentze sagt.
Inntil í síðstu sekundunum í Vági sá tað út til, at AB skuldi tapa, og at vegurin fram til áttanda plássið og bjargingina harvið skuldi verða ógvuliga tungur og langur. So var tað, at málverjin, Heðin Stenberg, í síðsta sekundi javnaði og harvið birti vónina hjá AB um, at tað skal eydnast at varðveita plássið í fremstu røð.
Nú kemur tað illa við, at Heðin Stenberg hevur brotið tveir fingrar, og at hann tískil ikki er førur fyri at spæla. Nýggjur maður millum AB stólparnar er Niklas Thomsen, sum týsdagin hevur 20 ára føðingardag. Hann hevur higartil í ár vart málið á næstbesta AB liðnum, og hann hevur ongantíð áður spælt í bestu deildini.
AB bíðar framvegis eftir fyrsta sigrinum í ár.
Eftir at tað í fleiri umførum ikki var nakað serliga hugaligt í Fuglafirði, hevur tað tvær tær seinastu ferðirnar sæð betri út – 2-0 heimasigur á TB og so málleyst í Klaksvík á norðoyastevnu.
Hallgrím Gregersen Hansen, sum hevur vunnið kappingina um plássið millum ÍF stólparnar, er so mikið skaðaplágaður, at hann ikki er førur fyri at spæla aftur hesumegin summarsteðginum.