Full ferð á FC Suðuroy

Olivur Renéson Thomsen var trífaldur málskjútti í trivaliga heimasigrinum ímóti ÍF

Í fjør vóru teir í FC Suðuroy akkurát ov stuttir at varðveita plássið í bestu deildini. Tá ið niðurflytingin var veruleiki boðaðu teir á Vágseiði beinanvegin frá, at teir fóru at leggja nógv fyri í royndini at vinna uppflyting, og tað letur til, at tað er álvari í tí, sum teir søgdu.

 

Í fyrsta umfari vann FC Suðuroy 2-1 á Sandi, og tíðliga seinnapartin í dag vann FC Suðuroy 6-1 á heimavølli ímóti ÍF, sum er ein annar avbjóðari í kappingini at vinna uppflyting.

 

Hálvleiksstøðan var 1-0, og stóri málskjúttin hjá heimaliðnum í dag var 20 ára gamli Olivur Renéson Thomsen.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat fyrra hálvleiki, var tað Dánjal Godtfred, sum setti hol á, og beinanvegin eftir steðgin økti Salmundur Bech um munin til 2-0. So var tað, at Olivur Renéson Thomsen í 20 minuttir skoraði tríggjar ferðir ella gjørdi hattrikk. Átta minuttir undan leikloki var tað Pætur Augustinussen, sum skoraði síðsta málið hjá FC Suðuroy.

 

Málskjútti til 3-1 hjá ÍF var Atli Djurhuus Petersen. Í fyrsta umfari vann ÍF 4-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB.

 

Í triðja umfari fær FC Suðuroy vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og tá fer ÍF at spæla á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá EB/Streymi.