Natasja Hammer (myndin), Inga Maria Roysdóttir og liðfelagarnir eru nú aftast í bestu íslendsku hondbóltsdeildini, og niðurflytingarvandin er sera stórur.
Stjarnan hevði tørv á sigri ella javnleiki fyri at halda sær omanfyri Selfossi í dysti á útivølli í dag.
Tað endaði við, at Selfoss vann 35-33. Selfoss var á odda 17-13 í steðginum.
Inga Maria skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og Natasja skoraði fýra mál upp á 11 málroyndir. Natasja legði eisini upp til tvey mál (assist).
Selfoss er næstaftast í deildini við seks stigum, og Stjarnan er aftast við fimm stigum. Liðini hava tveir dystir eftir at leika.
Komandi mikukvøld klokkan 18 hevur Stjarnan dyst á heimavølli móti Fram. Sama kvøld vitja Haukar á Selfossi.











