Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Mjällby hava vunnið seg í hálvfinaluna í svensku steypakappingini, har GAIS verður mótstøðuliðið sunnudagin 22. mars klokkan 15.
Í dag vann Mjällby á Strandvallen í Hällevik stórsigur 4-0 á søguríka stórliðnum, Malmö FF í fjórðingsfinaluni.
Elliot Stroud legði heimaliðið á odda við einum rimmar skoti í 17. minutti. 10 minuttir seinni økti Jacob Bergström aftaná flott samanspæl úr stuttari fjarstøðu til 2-0.
Áki átti næstseinasta fótin, tá Malmö FF í 59. minutti gjørdi sjálvmál. Hetta hendi ein minutt aftaná Áki var komin á vøllin. Fýra minuttir seinni staðfesti Villiam Granath søta stórsigurin. Hjá teimum í Mjällby er tað serliga søtt at banka Malmö FF.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Mjällby-Malmö FF 4-0 (2-0):
##med2##











