VIDEO: Martin Agnarsson hevði størsta málmøguleikan

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Aarhus Fremad-AC Horsens

Seinnapartin tóku Martin Agnarsson og liðfelagarnir í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti AC Horsens, ið mátti klára seg uttan Adrian R. Justinussen.

 

Dysturin á Riisvangen leikvøllinum endaði við javnleiki 0-0.

 

Tá fimm minuttir vóru leiktir í seinna hálvleiki hevði Martin størsta málmøguleikan úr stuttari fjarstøðu, men málverjin hjá Horsens bjargaði royndini.

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.

 

Horsens er nummar fimm í deildini við 30 stigum. Aarhus Fremad er nummar átta við 27 stigum. 

 

Í morgin klokkan 13 spælir liðið hjá Poul Kallsberg og Pæturi J. Petersen, Hillerød dyst á útivølli móti Esbjerg.