Kvinnurnar hjá KÍ hava longu vunnið ársins fyrsta steyp.
Í stórsteypadystinum móti HB vunnu klaksvíkskvinnur 3-0 á HB.
Durita Hummeland legði KÍ á odda fimm minuttir undan steðginum.
Bert fýra minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki tá Tórunn Højgaard Joensen legði upp til Mariu Johansen, ið økti til 2-0.
Durita Hummeland staðfesti sigurin í 73. minutti. Eyðvør Klakstein legði upp til tað málið.
Komandi fríggjakvøld klokkan 19 byrjar kappingin í meistaradeildini hjá kvinnum, tá NSÍ tekur móti Skála ÍF við Løkin í Runavík.
Sunnudagin 22. mars vera dystirnir hesir: 07 Vestur-KÍ, Víkingur-B36 og HB-FC Hoyvík.











