Grimsby Town tapti á útivølli

David Geza Turi og liðfelagarnir eru trý stig frá týðandi sjeynda plássinum

David Geza Turi og liðfelagarnir í Grimsby Town stríðast fyri at røkka sjeynda plássinum í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini - League Two - og harvið fáa møguleikan at spæla um uppflyting til League One.

 

Í dag var Grimsby fyri einum bakkasti í hesum stríðnum. Grimsby tapti á útivølli 0-1 fyri Oldham Athletic á Boundary Park leikvøllinum í Oldham. Sigursmálið var skotið í 82. minutti.

 

Geza var á vøllinum fyrstu 55 minuttir. 

 

Grimsby er nummar átta í deildini við 56 stigum. Grimsby er trý stig frá sjeynda plássinum, har Chesterfield hevur 59 stig. Grimsby hevur tó 10 dystir eftir at leika.

 

Týskvøldið klokkan 19.45 hevur Grimsby dyst á heimavølli móti Fleetwood.