Sjálvstýri styrkir leiðsluna

Landsfundur Sjálvstýrisins varð hildin í dag undir heitinum “Sjálvstýri aftur á ting”. Á landsfundinum varð staðfest, at flokkurin styrktur heldur fram við hugsjónini hjá flokkinum um einar frælsari Føroyar.

Tíðindaskriv frá Sjálvstýri:

 

Eftir landsfundin er greitt, at Sámal Petur í Grund heldur fram sum floksformaður. Sámal Petur í Grund legði í formansrøðu sínari dent á av týdninin av, at flokkurin stendur saman sum eitt. Við ábyrgd í búskapinum, betri livikor fyri vanlig fólk og íløgum í framtíðina leggja vit grundarlagið fyri Føroyum, har avgerðirnar um okkara samfelag verða tiknar her heima, sigur hann.

 

Fyri fyrstu ferð í søgu floksins varð næstforfólk valt fyri flokkin. Sylvia Thomsen varð vald sum fyrsta næstforfólk hjá Sjálvstýri. Endamálið við hesum er at styrkja flokkin og samstundis geva yngri kreftum størri leiklut í politiska arbeiðinum.

 

Sylvia varð vald í Klaksvíkar býráð á kommunuvalinum í november 2024 og hevur longu gjørt vart við seg í politiska arbeiðinum.

 

Eftir landsfundin skipaði landsnevndin seg. Landsnevndin hevur umboð úr øllum økisfeløgunum kring landið.

 

Nevndin skipaði seg við Rúnu Sivertsen sum forkvinnu í landsnevndini og Andrias Jacobsen sum næstformanni. Lasse Klein verður skrivari og kassameistari. Við hesum hevur Sjálvstýri sett eina breiða og arbeiðsføra leiðslu, sum skal leiða flokkin fram. Hini í landsnevndini eru, Jóhan M. Stenberg og Jógvan S. Midjord.