Fyrrverandi forsætisráðharrin í Onglandi, Margareth Thatcher, fekk at vita frá einum politiovasta, at tað vóru fullir Liverpool viðhaldsmenn, ið vóru orsøkin til Hillsborough vanlukkuna.
Tað vísa loynilig dokument hjá myndugleikunum.
BBC hevur sæð hesi dokument, sum onkur hevur likið, um ringastu ítróttavanlukkuna í bretsku søguni.
96 fótbóltsfjepparar doyðu, tá áskoðaraplássini raplaðu saman undir einum hálvfinaludysti í FA-cuppini í apríl 1989, millum Liverpool og Nottingham Forest.
Almenna frágreiðingin var, at South Yorkshire Police megnaði ikki at halda skil á áskoðarunum.
Brøv til og frá Downing Street nummar 10, og gerðabøkur frá ráðharrafundum, ið sýndu, hvat Thatcher umrøddi og fekk at vita handan tjøldini, varð almannakunngjørt fyri fyrstu ferð á BBC 4 sendingini, The World at One.
Í fleiri ár hava familjur hjá offrunum biðið um, at loynilig dokument hjá myndugleikum og løgreglu vórðu leyslatin, og stjórnin hevur lovað, at eftirlíka hesum.
Eitt skriv, ritað fáar dagar eftir vanlukkuna og stílað til myndugleikarnar, sigur millum annað:
»Ein avgerandi orsøk til vanlukkuna var, at ein stór mongd av Liverpool fjepparum var komin til dystin við ongum atgongumerki. Hesin veruleiki druknaði í royndunum at geva løgreglu og fótbóltsmyndugleikum skuldina«.
Forsætisráðharrin fekk atvita, at ein framstandandi politiovasti í Merseyside Police beinleiðis gav fjepparum skuldina:
»Ein høgtstandandi politistur, føddur og uppvaksin í Liverpool, segði tað vera ógvuliga skammiligt, at tað vóru fullir Liverpool fjepparar, sum høvdu skuldina í vanlukkuni, eins og teir høvdu skuldina fyri vanlukkuni í Heysel«.
(Heysel vanlukkan hendi 29. Mai 1985, tá illstøða millum fjepparar undan European Champions finaluni millum Liverpoll og Juventus førdi til, at ein veggur raplaði saman, og 39 italskir og belgiskir fótbóltsfjepparar vórðu kroystir og trampaðir í hel á Heysel Stadium í Brússell í Belgia)