Fullveldisheilivágur er bíligari og E elski Føroyar

Kaj Leo Johannesen, Sambandsflokkurin

 

Tað er ikki serliga hugaligt at sita og eygleiða eina samgongu sum ikki er arbeiðsfør, og sum enn ikki hevur torað at sett kós. Hetta er ein vanlukkulig støða fyri landið. Hetta kemur at kosta í vælferð og tryggleika, eingin ivi um tað, men vit standa spyrjandi, hvat vil “CHE” samgongan á heilsuøkinum?

 

Teir tríggir samgonguflokkarnir fóru til val uppá at styrkja tey bleytu virðini, vælvitandi um at sjúkrahúsverkið er tann sjálvsagda kjarnan, tá talan er um persónliga trygd hjá bæði føroyingum og útlendingum, men nú beint undan Ólavsøku, fáa vit at vita, at heilivágur skal skerjast og bíðilistarnir skulu økjast. Hetta er dýrasta loysnin fyri eitt og hvørt sjúkrahús og kann ikki gjøgnumførast sum støðan er.

 

Hvør varðar av sjúkrahúsinum, nú bæði løgmaður og landstýrismaðurin í Almanna- og heilsumálum eru settir til viks? Hvør stýrir, hvør raðfestir og hvør hevur nú veruligu ábyrgdina innan sjúkrahúsverkið? Veit væl at landstýrismaðurin er sera ónøgdur við at verða kveistraður til viks, men tann í tegir hann samtykkir og hevur landstýrismaðurin sostatt framhaldandi ábyrgdina av óskilinum og ørskapinum, sum nú er við at henda innan okkara sjúkrahúsverk.

 

Tá álitið á eina politiska leiðslu er fokið, er vanligt at seta eina politiska sokallaða skjóttarbeiðandi nevnd at útgreina hvar skipið er statt og hvør tann nýggja kósin er, sum setast skal, men her er ruðuleikin størri enn nakrantíð, tí fíggjarmálaráðið skal seta nevndina at arbeiða, í verðuleikanum uttanum landstýrismannin í almanna- og heilsumálum.

 

Tær staðbundnu Sjúkrahúsleiðslurnar vita ikki síni livandi ráð orsakað av manglandi ella skeivari politiskari leiðslu omanfyri.

 

Sjálvandi mangla 2,6 mia kr. í síðani 2002 og sjálvandi gongur tað út yvir tey veiku í samfelagnum, men at eingin í samgonguni tekur stykkið út og steðgar ørskapinum, skilja bert tey fáu.

 

Landstýrismaðurin hevur fingið eitt reytt kort frá sínum egnu, men at leiðandi politikarar leggja eftir sjúkrahúsleiðsluni er “unfair”. Starvsfólk og leiðsla á sjúkrahúsinum gerða eitt gott arbeiði, lat ongan iva verða um tað.

 

Men tann fløvandi hondin, og tað sakliga uppbyggjandi kjakið frá okkum politikarum, hevur verði undir alt lágmark og slettis ikki nøktandi. Har hava vit eisini eina stóra ábyrgd sum fólkavald umboð hvat vit borðreiða við á tingsins røðarapalli, tá talan er um hvussu vit gerða okkara sjúkrahúsverk enn betri.

 

Sum eitt kuriosum kom eg at hugsa um, at meðan annar tann føroyski fólkatingsmaðurin arbeiðir fyri at vinna føroyingum størri møguleikar og betri sømdir fyri at gjalda okkara sjúkrahúsverk, so spælir hin evnaríki skemtarin og fólkatingsmaðurin sum skuldi arbeiða sum fólkatingsmaður burturav, partapolitiskar filmar og partapolitiskar kabarettir, undir partapolitiska heitinum “E elski Førjar”.

 

Føroyar hava brúk fyri báðum, og persónliga vil eg siga at “EG elski Føroyar og B elskar eisini Føroyar, og í staðin fyri at leita eftir “innara jeikaranum”, so skuldu vit møguliga í staðin fara at leita eftir, hvar samgongan bleiv av og hvør tann innara meiningin hjá samgonguni við sjúkrahúsinum er.