Fult av fólki í býnum í nátt

Onkur skeinkistøð høvdu leingi opið

Tað var sum á ólavsøku við fólki í býnum í gjárkvøldið og í nátt, men løgreglan sigur, at sum heild var tað friðarligt.

Fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg, hava myndugleikarnir mælt til, at dansistøð og skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 22. Summastaðni var longur opið enn tað, og onkur høvdu eisini opið til væl eftir midnátt.

Men tað merkti, at rættiliga nógv fólk var uttandura í góðveðrinum í nátt og tað gav løgrgluni nakað av arbeiði. Tey siga,  tí í fleiri førum vóru fólk so drukkin, at tey kláraðu seg ikki sjálvi. Løgreglan koyrdu fleiri til hús, umframt at sjúkrabilur fleiri ferðir varð sendur eftir fólki, sum vóru komin illa fyri.

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari steðgaður, men tað vísti seg, at hann hevði einki koyrikort.

Og beint fyri midnátt í í gjárkvøldið ringdu tey frá felagnum, Heimafriður, at klaga um ein bát, sum lá við ísbryggjuna á Vestaruvág og larmaði so illa, at tað órógvaði fólk. Løgreglan sigur, at í slíkum førum beina tey boðini víðari til rætta viðkomandi, sum síðani taka sær av tí.