Klokkan 18 í kvøld verður upplýsandi tiltak í Norðurlandahúsinum, har evnið er spælistað og konserthús í høvuðsstaðnum Fyrireikararnir siga, at orsøkin til upplýsandi tiltakið, eru tvørrandi umstøður fyri tónleikaframførslu í høvuðsstaðnum. Tiltakið skal varpa ljós á og fáa gongd á málið.
Skráin er henda; Ólavur Olsen bjóðr vælkomin, Nikos Kapnas spælir, Gunnar Madsen frá ROSA greðir frá um spælistøð og hann svarar eisini spurningum. Eftir ein steðg er skemt við Jákupi Weihe, síðani greiðir Jóhannes Steingrund frá um ljóðviðurskifti og so syngur kórið Kata.
Tiltakið í Norðurlandahúsinum er frá klokkan 18 til 20.
Klokkan 22 er lítil konsert og hugni í Havnar Klubba, har Kapnas & The Poulsens og Heðrikur á Heygum spæla.
Tiltøkini eru ókeypis, siga feløgini, ið skipa fyri. Feløgini eru :
FUTT
Jazztónleikarafelagið
Fólkatónleikarafelagið
Einleikarafelagið
Felagið Føroysk Tónaskøld
Mentón
Kórsambandið
Umboð fyri áhoyrarar
Havnar Jazzfelag
Konsertfelagið
TUTL
FUR