Funnu gamlar gullmyntir

Fornfrøðingar hava funnið tríggjar sera sjáldsamar gullmyntir við Esrum-slottið í Norðursælandi, og tey serkønu halda, at Kristian kongur 4. man hava átt myntirnar.

Serfrøðingarnir siga, at gullmyntirnar, sum eru sum ein 10-króna til støddar, høvdu sera stórt virði og blivu bara brúktar í samhandli við onnur lond. Eitt nú um kongur skuldi leiga sær hermenn úr øðrum landi ella londum. Serfrøðingarnir halda, at kongur man hava mist myntirnar úr lummanum.

Kristian kongur 4. varð krýndur í 1588, og hann var kongur í samfull 59 ár.