Funnu næstan 50 lík í ruskposum

Myndugleikarnir í Meksiko funnu tíðliga í morgun 37 ruskposar við illa viðfarnum líkum á einum motorvegi uttan fyri býin Monterrey, sum er har norðuri í landinum. Løgreglan sigur, at tey hava talt meiri enn 40 lík í posunum, men at har eru helst næstan 50 lík.

Meksikonsku myndugleikarnir halda, at eitt rúsevnaharkalið hevur dripið fólkini, og at talan helst er um eina uppgerð millum tveir bólkar.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at myndugleikarnir í Meksiko koma fram á lík. So seint sum næstseinasta fríggjadag fann herurin 18 hálshøgd lík tætt við býin Guadaljara, og nakrar fáar dagar frammanundan fann løgreglan níggju lík, sum hingu undir einari brúgv, skrivar franska tíðindastovan AFP.