Triðseinasta umfari í Effo-deildini er í dag á skránni. Hóast tað eru tríggir dystir eftir, so er B36 longu nú Føroyameistari.
B36 skal í dag norður til Klaksvíkar at spæla ímóti KÍ, sum er eitt av liðunum í Effo-deildini, sum hava nógv at spæla fyri. KÍ ætlar sær at spæla í Europa komandi kappingarár, og tí er felagið noytt at vinna, um teir skulu hava vónir um at fáa HB aftur á fjórða plássinum.
Eisini í botninum er spenningur. FC Suðuroy sum liggur niðanfyri niðurflytingarstrikuna skal í dag til Gøtu at spæla ímóti Víkingi. Kunnu teir fáa ein óvæntaðan sigur við sær úr Gøtu, so er stórur spenningur aftur í botninum av kappingini.
Allir dystirnir í Effo-deildini byrja í dag klokkan 15:00 og á leinkjuni www.in.fo/matches ber til at fylgja dystunum beinleiðis.
Dystirnir í dag:
KÍ-B36
HB-EB/Streymur
TB-NSÍ
Víkingur-FC Suðuroy
AB-ÍF