Fylg kvinnulandsdystinum beinleiðis

Beinleiðis frásøgn: Til ber at fylgja landsdystinum millum Føroyar og Ísland beinleiðis her

Føroyska kvinnulandsliðið spælir í dag HM-undankappingardyst móti Íslandi á Tórsvølli. Føroyar og Ísland hittust eisini í heyst, tá Ísland vann ein sannførandi 8-0 sigur móti Føroyum í Reykjavík.

Til ber at lurta eftir dystinum beinleiðis, sum Tróndur Arge sigur frá. Tað ber til við at trýsta á her. Eisini ber til at stroyma dystin beinleiðis. Dysturin sæst her.

Sum vant fylgir in.fo dystinum við tekstfrásøgn:

Føroyar – Ísland 0-5

0-1 Gunnhildur Jansdóttir, 37.

0-2 Rakel Honnudóttir, 47.

0-3 Harpa Thorsteinsdóttir, 58 min.

0-4 Agla Maria Albertsdóttir, 89 min.

0-5 Fanndis Friðriksdóttir, 94 min.

Liðugt: So er dysturin á Tórsvølli liðugur. Endaliga úrslitið var at Føroyar taptu 5-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0 til Ísland.

MÁÁL, 0-5 til Ísland, 94 minuttir: Nú er Ísland á odda 5-0. Málið kom í seinasta minuttinum av dystinum. Tað var Fanndis Friðriksdóttir sum skoraði seinasta íslendska málið eftir eitt langskot.

MÁÁL, 0-4 til Ísland, 89 minuttir: Nú er støðan 0-4 til Ísland. Og enn einaferð var tað eitt innlegg, sum var atvoldin til mál. Agla Maria Albertsdóttir skeyt innlegg úr vinstru síðu, sum føroyski málverjin, Jóna Nicolajsen, fór skeiv av, og endaði innleggið tí beinleiðis í føroyska málinum.

88 min: So skifta Føroyar út á triðja sinni. Milja Simonsen úr HB avloysir Heidi Sevdal, sum somuleiðis eisini spælir fyri HB.

86 min: Føroyar gera sína næstu útskifting. Jakoba Langgaard úr ÍF/Víkingi kemur á vøllin fyri Áslu Johannesen.

77 min: Enn ein stórur føroyskur møguleiki. Rannvá Andreasen skeyt eitt frálíkt frísparksinnlegg úr vinstru síðu, sum Heidi Sevdal fekk høvdið á. Men skallarin fór beint framvið íslendska málinum.

74 min: Nú mundu Føroyar minkað um munin. Heidi Sevdal varð send avstað og hon royndi at lyfta bóltin uppum íslendska málverjan. Men ov nógv luft kom undir bóltin, og tí fór bólturin væl uppum málið.

73 min: Tað er serliga uppá innlegg at íslendsku kvinnurnar eru greitt betri enn tær føroysku. Nú skallaði ein íslendskur leikari á tvørtræðið.

68 min: So mundi Føroyar fingið mál. Tað var Ásla Johannesen sum smekkaði eitt langskot avstað, sum mundi farið uppum íslendska málverjan. Men málverjin fekk beint bóltin út til hornaspark.

66 min: Sum hevur Ísland skrúvað tempo'ið nógv upp í seinna hálvleiki, men føroyski liðið arbeiðir framvegis væl. Tó hevur føroyska liðið trupulleikar tá innlegg og hornaspørk koma í feltið, og eru øll tey íslendsku málini eisini komin uppá tílíkar støður.

61 min: Føroyar gera sína fyrstu útskifting. Margunn Lindholm úr EB/Streymi/Skála kemur á vøllin fyri Eyðvør Klakstein. Sum skilst er Eyðvør Klakstein nú flutt heim til Føroyar, har hon fer at spæla fyri barndómsfelagið KÍ.

MÁÁL, 0-3 til Ísland, 58 minuttir: So var 3-0 til Ísland. Málið kom eftir eitt frísparksinnlegg úr høgru síðu, sum Harpa Thorsteinsdóttir slapp at skalla ógvuliga ótarnað í netið.

52 min: Og minuttin aftaná, hevur Føroyar havt størsta møguleikan í dystinum. Eftir innlegg úr høgru síðu, kom Ásla Johannesen at standa púra frí frammanfyri málinum hjá Íslandi, men hon skallaði beint framvið málinum.

51 min: Nú mundi Ísland økt til 3-0 uppá beinleiðis fríspark, men føroyski málverjin, Jóna Nicolajsen hevði eina frálíka bjarging, har hon hekk heilt uppi í málkrókinum og bjargaði.

MÁÁL, 0-2 til Ísland, 47 minuttir: Føroyska liðið hevur fingið eina marrubyrjan uppá seinna hálvleik, tí longu í øðrum minutti av seinna hálveiki, hevur Ísland økt leiðsluna. Eftir innlegg úr høgru síðu, var tað Rakel Honnudóttir, ið smekkaði bóltin í málið til 2-0.

45 min – hálvleikur: So hevur dómarin bríkslað til hálvleik. Hálvleiksstøðan er, at Ísland er á odda við 1-0. Einsamalla málið í fyrra hálvleki kom, tá 37 minuttir vóru spældir av dystinum. Fyri føroyska liðið er talan um stóra framgongd í mun til seinast, tá Føroyar taptu 8-0 móti Íslandi. Føroysku kvinnurnar hava arbeitt væl allan fyrra hálvleik, og hava verið væl skipaðar í verjupartinum.

44 min: Nú var aftur um reppið at Ísland skoraði. Tað var eftir hornaspark, men bólturin brast á stongina.

40 min: Ansy Sevdal hevur sæð gult kort á føroyska liðnum.

MÁÁL, 0-1 til Ísland, 37 minuttir: So var 0-1 til Ísland. Tað sá ikki so vandamikið út, tá innleggið varð sent avstað úr vinstru síðu, men føroyski málverjin fór skeivur av innlegginum. Tí kundi Gunnhild Jansdóttir skalla Ísland framum 0-1.

36 min: So hevur bólturin á fyrsta sinni verið í føroyska málinum, men lukkutíð fyri føroysku kvinnurnar, var íslendski áleyparin rangstaddur. Tí taldi málið ikki. Tað var Harpa Tórsteinsdóttir, sum skeyt kolldømda málið hjá Íslandi.

33 min: Føroysku leikararnir hava verið ein færri seinastu løtuna, av tí at Heidi Sevdal hevur verið uttanfyri og viðgjørt ein snudd, sum hon hevur fingið. Men nú er Heidi Sevdal aftur á vøllinum. Framvegis 0-0, sum er eitt frálíkt úrslit fyri føroysku kvinnurnar.

29 min: Føroyski málverjin, Jóna Nicolajsen, hevur verið sannførandi hendan fyrsta hálva tíman. Hóast hon ikki hevur havt tær stóru bjargingarnar, er hon komin væl út til innlegg og hornaspørk.

25 min: Føroyar eru komnar alsamt betur við seinastu løtuna. Fyrst hevði Føroyar eina góða støðu aftaná frísparksinnlegg úr vinstru síðu, og síðani royndi Ansy Sevdal við einum millumtingi ímillum eitt skot og eitt innlegg. Enn er 0-0.

18 min: Støðan er framvegis 0-0, men íslendsku kvinnurnar royna at seta seg alsamt meira á spælið. Føroysku leikararnir skulu tó eiga stórt rós fyri innsatsin higartil, hóast at tær í sjálvum spælinum kundu verið betri á bóltinum.

11 min: Nú hava íslendsku kvinnurnar fyri fyrstu ferð verið vandamiklar. Stórt trunkaspæl var eftir hornaspark, har tað tíbetur eydnaðist føroysku kvinnunum at beina bóltin burtur. Síðani kom eitt innlegg, sum ein íslendskur áleypari skallaði uppum.

8 min: Dystargongdin er tann sama við at Ísland er meira á bóltinum. Men higartil hevur føroyska liðið staðið ógvuliga væl í verjustøðu, har eingin málmøguleiki hevur verið givin burtur. Tað manglar tó hjá føroyska liðnum at hótta hinvegin.

3 min: Tað er Ísland, ið hevur verið meira á bóltinum hesa fyrstu løtuna, men higartil er tað ongantíð orduliga vorðið vandamikið. Eina ferð var tó um reppið, at Ísland kundi koma í farliga støðu eftir innlegg úr høgru síðu.

Føroyska liðið: Jóna Nicolajsen - Birna T. Mikkelsen, Lív F. Arge, Rannvá B. Andreasen, Katrina Akursmørk - Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Arnborg Lervig, Eyðvør Klakstein, Ásla Johannesen - Heidi Sevdal

Á bonkinum: Monika Biskopstø, Birita Bergsdóttir Nielsen, Milja R. Simonsen, Margunn Lindholm, Rebekka E. Danielsen, Jacoba Langgaard og Guðrið Poulsen.