Áhugin í Føroyum fyri føroyska útisetafelagnum í Keypmannahavn hevur altíð verið stórur, men møguleikin fyri at fylgja gongdini hjá ymsu liðum felagsins ella einstøku leikarunum, hevur ikki altíð verið tann besti. Hetta ynskir ÍF Føroyar at broyta við nýggju heimasíðuni, har tey leggja dent á, at tað skal vera lætt hjá avvarðandi at fylgja við familju og vinum í ÍF Føroyum. Heimasíðan fevnir millum annað um dystarfrásagnir, myndir og tættir um ymsu leikararnar. Harumframt er ætlanin eisini menna heimasíðuna við hagtølum, soleiðis at tað ber til at koma heilt tætt at leikarunum.
– Soleiðis fáa familja og vinir hjá leikarunum eitt gott og greitt yvirlit yvir, hvussu tað gongst teimum, tey vara av í ÍF Føroyum. Fótbóltsáhugaðir føroyingar annars kunnu fáa stóra gleði av heimasíðuni, umframt at venjarar heima í Føroyum við hesum hava beinleiðis atgongd til gongdina hjá einstøku leikarunum, sigur Ingibjørn Johannesen, nevndarlimur í ÍF Føroyum, um nýggju heimasíðuna, www.fotboltur.dk.