Fylgisveinur dettu niður

Um fimmtíðina seinnapartin okkara tíð koma leivdirnar av einum týskum fylgisveini inn í atmosferuna og síðani niður á jørðina, men týsku serfrøðingarnir siga, at tað er at kalla eingin vandi fyri, at nakað fólk fær nakað petti á seg.

Týsku rúmdarmyndugleikarnir siga, at fylgisveinurin, sum eitur Rosat, fer í fleiri petti á ferðini niður á jørðina. Tilsamans viga pettini umleið hálvtannað tons, og tey koma niður einastaðni millum Berlin og suðurendan á Suðuramerika.

Fyri einum mánað síðani datt amerikanski fylgisveinurin Uars niður á jørðina. Eisini hann fór í smá petti, sum eftir øllum at døma endaðu í Kyrrahavinum.