Í annaðkvøld klokkan 18.30 spæla HB og B36 fjórðingsfinalu í kappingini um løgmanssteypið.
Gongur tað sum tað plagar verður talan um longda leiktíð.
Fimm av teimum seinastu seks ferðunum liðini hava møtst eru dystirnir endaðir við javnleiki 2-2. Liðini møttust í steypafinaluni í 2024. Tað stóð á jøvnum 2-2 aftaná 120 minuttir. HB vann brotssparkskappingina.
Tá liðini hittust í landskappingini 6. apríl í ár endaði tað "sjálvandi" við javnleiki 2-2.
B36 hevur tó fingið eina betri byrjan enn HB í landskappingini. B36 hevur fýra sigrar og tríggjar javnleikir, og hevur enn ikki tapt í landskappingini. HB hevur tríggjar sigrar, ein javnleik og trý tap.
HER eru úrslitini frá átta teimum seinastu kappingardystunum millum HB og B36 við miðaloddsunum, ið vóru galdandi tá dystirnir vóru spældir:
##med2##











