Fýra av tíggju hava neyðveitingar heima

41 prosent av teimum spurdu í Noregi siga, at tey hava neyðgoymslu - ella neyðveitingar - heima

Í einari kanning, sum InFact hevur gjørt fyri Nationen í Noregi, siga 41 prosent av teimum spurdu, at tey hava neyðgoymslu - ella neyðveitingar - heima.

Fólk í norska høvuðsstaðnum Oslo eru í so máta nakað verri fyri enn norðmenn yvirhøvur, og her siga umleið 36 prosent av teimum spurdu seg hava neyðveitingar.

Kanningin avdúkar eisini, at kvinnur eru nakað betur fyrireikaðar enn menn – 44 prosent av kvinnunum hava neyðveitingar samanborið við 38 prosent av monnunum.

Norska tilbúgvingin mælir sínum borgarum til at hava til at reint drekkivatn í krukkum ella fløskum, mat, sum tolir stovuhita, neyðkøk, heit klæðir og í tendrara.