Í gjár fylti Lisa Simonsen, fødd Klein, 100 ár. Hon er fødd í Vestmanna hin 21. februar í 1926.
- Foreldur hennara vóru Hanna og Jóhan Klein. Tá Lisa bert var fýra ára gomul, mistu hon og systkini, Jógvan og Poula, mammu sína av tuberklum. Nøkur ár seinni giftist pápin uppaftur við Marini, og saman fingu tey trý børn.
Soleiðis verður greitt frá á heimasíðuni hjá Vestmanna kommunu í gjár - www.vestmanna.fo
Sum ung var Lisa á húsarhaldsskúla í Haslev, men annars hevur hon búð í Vestmanna alla sína tíð.
- Sum vaksin arbeiddi hon fyri tað mesta í handli, millum annað hjá Otto Jacobsen og í Klædnabúðini.
##med2##
Lagt verður aftrat, at Lisa var gift Albin Simonsen úr Vestmanna, og saman eiga tey fimm børn. Albin andaðist í 2017. Í dag býr Lisa á Grønanesheiminum í Vestmanna.
- Nú Lisa fylti 100 ár, eru fýra borgarar í Vestmanna, sum eru 100 ár ella eldri, vita tey í Vestmanna kommunu at siga.











