Eitt sjúkrahússkip úr USA er á veg til Grønlands, skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump, í gjárkvøldið okkara tíð á Truth Social.
Forsetin greiddi ikki nærri frá sínum innleggi, men legði út eina AI-genereraða mynd av einum skipi við merkinum USNS "Mercy".
Óvist er, um hetta ella annað sjúkrahússkip veruliga er á veg til Grønlands.
Men USNS Mercy liggur við bryggju við Pinto Island Shipyard.
##med2##
##med3##
Her eru fleiri smálutir um USNS "Mercy" frá amerikanska sjóverjuni:
* Amerikanski flotin skrivar, at skipið bjóðar "flótandi, mobilar, akuttar skurðviðgerðarstøðir".
* Tað kann brúkast av amerikanska herinum og til amerikanska herinum til katastrofuhjálp og humaniter tiltøk kring allan heimin.
* Skipið hevur 1.000 sengjarpláss.
* Tað eru 80 intensiv rúm.
* Tað hevur 11 skurðstovur.
* Har er gisting til manning á umleið 1.300 fólk.
* Tað kann framleiða 7.000 máltíðir um dagin og umleið 757.000 litrar av vatni.
* Har er eitt røntgenrúm.
* Tað hevur tíggju lyftur til manningina.
* Skipið hevur eina longd uppá góðar 272 metrar og eina breidd uppá góðar 32 metrar.
* Skiparin á skipinum er Charles E. Dickerson Jr.
* Sambært skipasporingssíðuni Vesselfinder liggur skipið í býnum Mobile í Alabama.
* Núverandi "Mercy" er triðja skipið í amerikanska flotanum, sum ber tað navnið. Tað varð bygt sum eitt oljutangaskip, sum æt SS "Worth", men eftir eina umbygging, sum byrjaði í 1984, varð tað alment tikið í nýtslu í november 1986.
* USA hevur eisini eitt annað sjúkrahússkip í Mercy-flokki, USNS "Comfort". Men tað liggur sambært Marinetraffic eisini við bryggju við Pinto Island Shipyard í Mobile í Alabama, fáar metrar frá USNS Mercy.
Lesið eisini: Trump sigur at eitt hospitalsskip er á veg til Grønlands
Kelda: The Military Sealift Command, Vesselfinder og Marinetraffic.
/Ritzau/












