CNN Brasil skrivar, at upplýsingin er váttað av løgregluni í Rio de Janeiro. Eisini AFP endurgevur boðini við tilvísing til eina løgreglukeldu.
32 ára gamli Oliver Tree gjørdist kendur við sangum sum Life Goes On og Miss You, sum eru stroymdir meira enn 700 milliónir ferðir hvør á Spotify.
Hann skuldi sum nevnt í aðrari grein her á síðuni spæla sum høvuðsnavn á G!Festivalinum í Syðrugøtu í næsta mánaði.
Tree var kendur fyri sín serstaka stíl, har hann blandaði tónleik, skemt og internetmentan.
Vanlukkan hendi í dag, tá tvær tyrlur stoyttu saman í luftini yvir vestara partinum av Rio de Janeiro.
Sambært brasilska sløkkiliðnum lótu minst seks fólk lív. Øll tey deyðu vóru umborð á tyrlunum.
Eftir samanstoytin datt onnur tyrlan niður á eitt parkeringsøki hjá einum elbilahandli, har eldur kyknaði í minst 20 bilum.
Vanlukkan hendi í býpartinum Recreio dos Bandeirantes. Myndir frá staðnum vísa stór roykskýggj og fleiri bilar í ljósum loga.
Talsmaður fyri sløkkiliðið, Fabio Contreiras, segði við CNN Brasil, at tað framvegis er ógreitt, júst hvussu vanlukkan hendi.
Sambært honum varð onnur tyrlan funnin í eldinum við fimm deyðum umborð. Hin tyrlan lá umleið 100 metrar burturi, og har var bert flogskiparin, sum eisini hevði latið lív.
Brasilskir myndugleikar kanna nú orsøkina til vanlukkuna.
##med2##












