Ígjár endaði tað javnt millum B68 og 07 Vestur í Betrideildini hjá monnum, og tað endaði eisini við einari samlaðari javnari úrtøku í teimum trimum innanhýsis dystunum millum liðini hetta kappingarárið.
B68 vann ein dyst, 07 Vestur vann ein dyst, og tann triði dysturin millum liðini endaði við javnleiki. Sostatt var samlaða úrtøkan í hesum trimum dystunum fýra stig í part.
Samlaða málúrtøkan í hesum trimum dystunum gjørdist 5-4 til 07 Vestur.
B68 – 07 Vestur 1-1 (1-0) - 19. oktober
1-0 Sebastian Lau Nielsen (24.)
1-1 Mikkel Hyllegaaard (70.)
07 Vestur - B68 3-1 (3-0) - 25. mai
1-0 Sonni Ragnar Nattestad (13.)
2-0 Mikkel Hyllegaard (16.)
3-0 Mikkel Hyllegaard (36.)
3-1 Sebastian Lau Nielsen (69.)
B68 - 07 Vestur 2-1 (0-0) - 3. mai
1-0 sjálvmál (73.)
2-0 Aleksandur Ó. Jensen (76.)
2-1 Jonathan Flensborg (87.)
Kelda: FaroeSoccer