Fýra tap, men fleiri royndir ríkari

(Ljóðsamrøða) Áki Johansen, U17 landsliðsvenjari heldur, at tað sá heilt væl út í summum dystum

Føroyska U17 landsliðið endaði á einum áttanda plássi í tí víðkaðu norðurlandameistarakappingini, har Ongland og USA eisini tóku lut.

 

Føroysku U17 dreingirnir taptu 1-3 ímóti Noregi, 0-2 ímóti Danmark og 0-4 ímóti USA í bólkaspælinum. Føroyska liðið tapti 0-2 ímóti Íslandi í dystinum um 7. og 8. plássið.

 

Áki heldur, at leikliga stóð føroyska liðið seg væl í fleiri dystum, men tað gjørdist tey persónligu mistøkini, sum kostaðu.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Áka Johansen í sendingini "3. hálvleikur" á Rás2 fyrr í dag. 

 

(Mynd: football.fo)