– Vit eru hálvt fimta túsund fleiri enn í 1995.
Tað staðfesti Sosialurin hendan dagin fyri 10 árum síðani.
Blaðið skrivaði soleiðis:
»Fólkatalið í Føroyum hækkar framvegis. Hagtøl frá fyrsta hálvári í ár vísa, at í alt búgva 48.117 fólk í Føroyum.
Seinnu árini er fólkatalið hækkað á hvørjum ári. Nýggjastu hagtølini hjá Hagstovuni vísa, at fólkatalið framvegis hækkar. Tað búgva pr. 1.juli í ár í alt 48.117 fólk í Føroyum.
Sambært seinastu hagtøl- unum hjá Hagstovu Føroya búgva í løtuni 48.117 fólk í Føroyum. Tølini eru grundað á hagtalstilfar fyri fyrsta hálvár í ár. Seinastu árini er fólkatalið hækkað á hvørjum ári.
Eftir at fólkatalið toppaði í 1989, tá 47.738 fólk búðu í Føroyum, gekk niðureftir, og botnurin var í 1995, tá 43.500 fólk búðu í Føroyum. Síðan 1995 hevur gingið framá, og nú fyrsta hálvárið av 2003 er lagt afturum eru vit farin upp- um tey 48.000.
Samanborið við sama tíðarskeið í fjør, eru bæði fleiri børn fødd, og nettotilflytingin til landið er størri. Fyrsta hálvár í ár eru í alt 343 børn fødd, og 284 fleiri fólk flutt til Føroya, enn flutt av landinum.«
Forsíðusøgan hendan dagin er um nýggja Skálaberg, tann fimta í røðini, sum komin er til landið. Undir »Skálaberg - eitt kag frameftir«, skrivar blaðið soleiðis:
»Nýggi Skálaberg gevur okkum heilt aðrar møguleikar enn undanfarni. Í dag kunnu vit fara beinleiðis til kundan áðrenn túr og spyrja hann hvat hann vil hava og síðan fer Skálaberg eftir tí vøru og góðskar júst hesa vøru umborð soleiðis sum kundin vil hava hana. Við gomlu trolarunum hava vit verið nógv meira bundnir av at fiska eina vøru, og síðan at finna keypara til hana, sigur reiðarin.«