Fyri 10 árum síðani: Slíta samgongu fyri tunnil

AFTURHVARV: Eins og nú var nógv kjak um undirsjóvartunnil hesa tíðina fyri 10 árum síðani. Tá var tað ætlanin um Norðoyatunnilin, sum vakti ans. Heini O. Heinesen, tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin, var so misnøgdur við framferðarháttin hjá Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, vo-v'olkamdo gongdini í málinu um Norðoyatunnilin. Vit endurgeva úr blaðnum:

 

» – Løgtingið samtykti uppskotið 30. apríl 2002, og enn er einki hent. Hetta er ikki til at liva við, og samgongusamstarv okkara kann ikki halda fram, um einki hendir skjótt, sigur Heini O. Heinesen

 

Enn einaferð er stríð millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin, hesaferð í sambandi við málið um Norðoyatunnilin. Heini O. Heinesen, tingmaður Tjóðveldisfloksins, er sera misnøgdur við, at eingin framgongd er at síggja í arbeiðinum við undirsjóvartunnlinum undir Leirvíksfjørð, og hóttir hann nú at slíta alt samstarv við samgonguna. Sum seytjandi maður í samgonguni er ikki torført at gita sær til, hvørjar avleiðingarnar vera, um Heini O. Heinesen hesaferð ger álvara av sínum ávaringum móti Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum.

 

– Bjarni vil sabotera projektið

Heini O. Heinesen heldur ongum ákærum aftur mótvegis Bjara Djurholm, og vísir hann á, at Bjarni tykist ikki hava nakrar ætlanir um at eftirlíka tí, Løgtingið samtykti í apríl 2002.

 

– Bjarni Djurholm heldur á at útseta málið, og tað tykist sum hann als ikki ætlar at føra tað út í lívið, sum landsins hægsti myndugleiki langt síðani hevur samtykt, sigur Heini O. Heinesen. Hann heldur fram og sigur, at við hesum tykist Bjarni Djurholm hava ætlanir um at sabotera projektið og fáa tað at detta niðurfyri. Sostatt er talan um álvarsamar atfinningar frá Heina O. Heinesen móti Vinnumálastýrinum og Bjarna Djurholm.

 

Síðani uppskotið varð samtykt í apríl 2002, hevur Landsstýrið gjørt fleiri broytingar, men hetta hevur sambært Heina O. Heinesen als ikki verið góðar og neyðugar broytingar.

 

– Tær broytingar, Landsstýrið higartil hevur framt, er bert fíggjarligt pynt uttan nakran stórvegis týdning. Fyri ikki at vera tvørur tók eg undir við hesum broytingum, men síðani tá er als einki hent í málinum, sigur løgtingsmaður Tjóðveldisfloksins.

 

Sama søgan, sami flokkur

Heini O. Heinesen metir ikki, at ein kann halda á at samstarva við ein flokk, sum ferð eftir ferð ber seg grundleggjandi skeivt at í landsstýrissessum.

 

– Hetta er sama søgan og sami flokkur, sum enn einaferð vísir umsitingarligt maktarloysi og enntá lógarbrot, sum talan er um, tá ein landsstýrismaður ikki fylgir løgtingssamtyktunum.

 

Í staðin fyri at vera Løgtingsins tænari, sum ein og hvør landsstýrismaður eigur at vera, hevur Bjarni Djurholm sambært Heina O. Heinesen heilt ignorerað Løgtingið og farin sín egna veg. Hetta eru júst somu forðingar, sum ein annar landsstýrismaður í Fólkaflokkinum royndi at gera í 1998 í arbeiðnum við Vágatunnlinum.

 

Heini O. Heinesen leggur afturat, at júst nú hevur Bjarni orsøk at draga málið út, tí við støði í samlaðu búskaparligu gongdini við minni peningi og alsamt minkandi vøkstri kann arbeiði detta niðurfyri. Tískil er neyðugt at seta skjøtil á arbeiði skjótast gjørligt.

 

Hóttir við samgongusliti

Sostatt hóttir Heini O. Heinesen við samgongusliti fáar dagar áðrenn tingsetuna á Ólavsøkuni. Bólturin liggur hjá Fólkaflokkinum, og Bjarni hevur sovið í tímanum og mótarbeitt løgtingssamtyktini. Heini vísir á, at ongantíð fyrr hevur hann upplivað slíkt í politiska lívi sínum, og um einki verður gjørt, ætlar Heini O. Heinesen sær ikki at stuðla samgonguni longur.

 

– Ein og hvør umbering og frágreiðing frá Bjarna Djurholm kann ikki góðtakast, tí málið hevur ligið stilt so leingi. Tað hevur verið klárt at farið til verka í langa tíð, lógin varð samtykt áðrenn seinasta val, peningur er játtaður, og ein og hvør brochmannslestur frá Bjarna er bert uttanumtos og kávalótir. Eg slíti samgonguna, um ferð ikki kemur á arbeiðið, og tað skjótt, endar ein bersøgin Heini O. Heinesen.

 

Sostatt tykist talan enn einaferð vera um ósemjur í samgonguni, og enn einaferð eru umboð úr Tjóðveldisog Fólkaflokkinum í hornatøkum. Sambært Heina O. Heinesen kann ósemjan í versta føri enda við samgongusliti.«

 

Sambært Bjarna Djurholm, sum hevur viðmerking í sama blað, eru skuldsetingarnar frá Heina O. Heinesen púra burturvið.

 

» – Higartil hevur arbeiðið við Norðoyatunnlinum gingið, sum tað skal, og um Heini ætlar at slíta samgonguna orsakað av hesum, hevur hann valt skeivt mál, sigur Bjarni Djurholm, sum heldur framferðarháttin hjá tingmanni Tjóðveldisfloksins vera púra burturvið«