Áðrenn endaliga úrslitið er greitt, kann vindmylluverkætlanin ikki fara í gongd.
Yvirfriðingarnevndin fær í september eina fyribilsfrágreiðing um, hvussu fuglar ferðast í Klivaløkshaga í Sandoynni. Tað skrivar Kringvarpið.
Kanningin er partur av grundarlagnum undir avgerðini um, hvørt loyvi kann gevast til at seta sjey vindmyllur upp í økinum. Eitt skandinaviskt ráðgevingarfelag, Niras, stendur fyri arbeiðinum.
Yvirfriðingarnevndin samtykti í august í fjør, at ferðingin hjá fuglum millum búøki og føðipláss skuldi kannast í eitt heilt ár. Orsøkin var, at henda ferðingin ikki varð viðgjørd í teimum kanningum, sum áður vóru gjørdar.
Sambært Kringvarpinum hevur kanningin gingið væl. Átta kanningar skulu gerast, og higartil eru seks framdar. Fyrsta kanningin varð gjørd í februar, og tann síðsta er ætlað í oktober. Endaliga frágreiðingin verður væntandi latin inn síðst í oktober.
Yvirfriðingarnevndin hevur boðað frá, at endaliga avgerðin um verkætlanina verður tikin við støði í úrslitunum av kanningini. Nevndin tilskilar sær tó rætt til at biðja um fleiri upplýsingar, áðrenn hon tekur støðu.
Felagið aftan fyri verkætlanina fekk í februar í fjør treytað loyvi at seta sjey vindmyllur upp í Klivaløkshaga. Tó kann eingin útbygging fara fram, fyrr enn Yvirfriðingarnevndin hevur givið endaligt loyvi, og byggiloyvi er fingið.
Í september í fjør góðkendi Umhvørvisstovan verkætlanina umhvørvisliga, men átta fólk á Sandi kærdu avgerðina. Kæran fekk tó ikki viðhald.
Vindmylluverkætlanin hevur vakt mótstøðu á Sandi. Í 2024 handaði ein bólkur landsstýrinum nærum 1.000 undirskriftir ímóti ætlanini. Síðani er verkætlanin flutt longur norður.











