Heini Festirstein er eiðismaður sum býr í Havn og arbeiðir sum grafikari hjá Farodane. Í 1988 kom hann út fyri eini ferðsluvanlukku, sum hevur vent upp og niður upp á lív hansara.

Heini hevur ein álvarsligan boðskap til tey ungu um at ansa væl eftir sær sjálvum øðrum í ferðsluni. Hann er ein av teimum, sum greiða frá síni lagnu, tá Ferðslutrygd skipar fyri fyribyrgjandi dagsskeiðum fyri miðnámsflokkarnar í landinum. Heini var eisini ein av teimum, sum herfyri varð heiðraður av Ferðslutrygd í sambandi við at 10 ár eru liðin síðan fyrstu ferð skipað varð fyri hesum skeiðum.

Heini, sum í dag er 37 ára gamal, greiðir soleiðis frá um lagnunáttina og um lívið eftir vanlukkuna:

19. desember 1988. Tað er ein dagur eg ongantíð gloymi. Eg hevði ikki havt nakað ímóti at tað bert var ein vanligur dagur, sum fór í gloymibókina - men tað er avgjørt ikki lætt, tá man situr við avleiðinginum av hesun degi. Tað var dagurin, tá mítt lív vendi 180 stig. Tá gjørdi eg tað býttasta, eg nakrantíð havi gjørt, og eg komi ongantíð at fyrigeva mær sjálvum hetta, men tað kann eg ikki brúka til nakað. Eg havi ongan annan møguleika enn at læra meg at liva við avleiðingunum – og tað haldi eg, at eg havi lært.

Eg var 19 ára gamal, øll verðin lá opin fyri fyri mær - lívið var líkasum akkurát byrjað – og eg helt at eg hevði eitt gott lív við nógvum aktiviteti, bæði við ítrótti og tónleiki og hvat veit eg. Tað skuldi bara henda okkurt alla tíðina. Og tað gjørdi tað eisini.

Eg vaks upp á Eiði, har eg sum sagt var virkin innan fótbólt alt mítt ungdómslív og spældi nakað av tónleiki á kvøldskúla. Var “fastur fúsur” í lokala hornorkestrinum sum tannáringur. Fór síðani nakrar túrar til skips, so eg kundi vinna mær nøkur oyru, serliga fyri at keypa mær ein bil – sum eg bara mátti hava. So var ikki so nógv annað at gera enn at fara til skips, sum teir flestu ungu menninir á Eiði gjørdu tá í tíðini.

Fantastist at fáa koyrikort

Tá eg so bleiv 18 ár og fekk koyrikort, minnist eg hvussu frían eg føldi meg. Eg helt at tað var so fantastist at fáa koyrikort, tað er næstan óbeskriviligt. Eg haldi, at tað er ringt at greiða frá, fyri at øll skullu skilja tað, men eg eri vísu í, at tað eru nógvir 18-20 ára gamlir dreingir, sum vita hvat eg meini. Eg minnist, at eg hugsaði hvussu fantastist tað var, bara at kunna koyra runt um alt landið. Eg hevði ”totalt frælsi”.

Eg hevði verið í býnum saman við nøkrum vinum vikiskiftið áðrenn jól í 1988, hevði privatsjaufør sum altíð, bæði fríggjakvøld og leygarkvøld. Sunnudagin fyri jól sótu vit fleiri vinir og pimpaðu, allir høvdu vit frí og høvdu onki at hugsa um uttan okkum sjálvar, so vit hugnaðu okkum í einum kjallara, har vit kókaðu havhest og fingu okkum nakrar øl og snaps til. Og tann sjauførurin sum vit høvdu havt teir dagarnar skuldi til arbeiðis mánamorgun, so hon kundi ikki koyra. Tað var í lagi, tí at tað skuldi verða dansur á Eiði sama kvøld, so vit kundu ganga til EB-húsið. Sjauførurin hjá mær hevði lykilin til bilin, hon segði ”eg havi bara lykilin, so gert tú ikki nakað býtt”. Hon segði tað við einum smíli – so einki meira um tað.

Men so umleið hálvan tíma eftir midnátt hetta sama kvøldið, gjørdi eg býttastu gerð eg nakrantíð havi gjørt. Eg fór heim til okkum. Eg minnist at eg fekk mær tveir breyðbitar. Síðan ”stjól” eg mín egna eykalykil og fór eftir bilinum hjá mær. Ein vinmaður skuldi við mær suður eftir, men eg koyrdi undan honum. Í tí sambandi kann eg ikki lata vera við at hugsa tankan um hvussu tað hevði verið, um hann var við? Hevði eg kanska ikki koyrt útav, ella um hann hevði verið við og sat í bilinum, so hevði hann kanska ikki verið millum okkum longur. Tað hevði eg ongantíð kunna fyrigivið mær sjálvum.

Men veruleikin er, at eg fór avstað sjálvur, fullur, uttan trygdarbelti, við summardekkum (smáhálka var), og so koyrdi eg eisini alt ov skjótt. Har eru fýra ferðslulógarbrot í einum, og onki av hasum var hent, um eg var edrúur.

Men tá eg so kom suður til Ljósáir, hendi tað. Eg haldi, at eg misti tamarhaldið á bilinum, koyrdi inn í ein klett og var slongdur út úr bilinum. Eg minnist ikki sjálva hendingina, var vekk í fleiri dagar, har eg onki minnist.

Eg kann nevna her at nakað áðrenn hesa vannlukkuna hendi ein onnur vanlukka, ikki so langt fra har sum eg koydi útav. Har doyðu tveir ungir menn, har eg kendi tann eina sera væl. Vit høvdu spælt fótbólt og hondbólt saman í nógv ár. Eg skal lova fyri, at fólk í øllum Sundalagnum vóru sjokkerað av hesi vanlukku.

So kanst tú spyrja, um eg ikki lærdi av hesum. Jú, tað gjørdi eg helst fyrstu tíðina, men eg hevði ikki lært nokk. Gud viti hvat tað er sum gerð tað. Eg haldi, at ung ofta eru naiv í tí aldrinum, og ongin skal siga teimum nakað um hvat er best fyri tey. Hvat er rætt ella skeivt – ”eg skal nokk klára meg, fyri meg hendir einki, tig tú” o.s.fr.

Tað er bara so harmiligt at fólk ikki læra av slíkum. Vit vita øll, at ein bilur er ein deyðsfella, um vit ikki bera okkum rætt at í ferðsluni. Og so at koyra fullur, ja hvat skal man siga – vit læra tað tíverri ongantíð – tað er ótrúligt. Vit missa fólk næstan hvørt ár orsakað av kleyvarskapi. Hetta er sera álvarsamt. ”Vit mugu læra tað!”.

Nú sat eg í koyristóli

Men aftur til tað sum hendi. Eg kom á Landssjúkrahúsið í Havn, har læknar søgdu, at einki var at gera. Síðan varð eg fluttur niður á Ríkissjúkrahúsið, og varð lagdur undir skurð tann 21. desember 1988. Eg visti einki um alt hetta, var heilt burtur og minnist als einki.

Minnist bara tá eg vaknaði fleiri dagar seinni, at eg segði við meg sjálvan, ”koyr beinini niður”. Eg var so ”forvirraður” yvir tað sum var hent. Eg kann ikki beskriva hvat fór igjøgnum høvdið hjá mær. Eg lá í einum fremmandum landi við slangum bæði her og der og hevði eina sovorna pínu, at hon als ikki kann beskrivast.

Aftaná eini 7-8 mánaðar á Ríkissjúkrahúsinum kom eg so heim. Tað var ein ótruliga undarlig og ræðulig tíð, helt eg. At koma heim aftur til fólk sum bert kendu meg, tá eg kundi ganga. Nú var eg ikki tann sami at møta á eiðisgøtum sum áðrenn vanlukkuna. Nú sat eg í einum koyristóli, og eg føldi meg nokk so býttan – eg legði merki til at fólk hugdu upp á meg, sum um at eg hevði sligið høvdið í og ikki dugdi at tosa - og hvat veit eg. Eg var tann sami sum áðrenn, eg kundi bara ikki ganga.

Men eg hevði tað ikki gott ta tíðina. Tað var sera hart at koma aftur á gamlar gøtur og ikki kunna gera tað, sum eg altíð hevði gjørt – eg ynskti meg bara vekk, vildi sleppa niður aftur á hospitalið, tí har kendu øll fólkini meg, sum eg var. Eg hevði so nógv felags við øll sum vóru har – og tað var líka sum mín ”basi”. Eg hevði kontakt við nøkur av teimum fólkunum í langa tíð aftaná. Eg hevði alt til felags við fólkini har – øll vóru komin til skaða upp á nógvar ymiskar mátar, og tey flestu sótu í koyristóli.

Mín boðskapur

Men stutt eftir eg kom heim aftur til Føroyar, flutti eg til Havnar – kanska eg rann undan – men tað skuldi ikki ganga long tíð, so vildi eg sleppa burtur. Eg fór á háskúla í Jútlandi, bara fyri at vita hvussu sterkur eg var reint sálarliga. Tað var hetta sum fekk meg á glið aftur tann rætta vegin. Eftir 9 mánaðar á háskúla, kom eg aftur til Føroyar í 6 mánaðir.

Síðan flutti eg til Danmarkar, har eg var í eini 6 ár. Eg føldi, at eg var meira anonymur har enn her í Føroyum. Eg fái næstan ”forfylgisisvanvid” av t.d. at fara í SMS, ella bara gjøgnum gongugøtuna í Havn: Tað er nokk so irriterandi. Men tað lærur tú eisini at liva við.

Nú havi eg starv hjá Farodane, har eg arbeiði sum grafikkari. Eg stórtrívist har, og føli at uttan hatta arbeiðið var eg ikki nakað. Tað er ”superdeiligt” at kunna fara upp til nakað um morgunin, og merkja at man ger nakað til nyttu og kann brúkast.

Eg undirvísi eisini á Ferðlutrygd av og til, har eg sigi 8. flokkum kring landið frá, hvat man ikki skal gera. Sjálvandi vóni eg, at tað hjálpir onkrum.

Mín boðskapur til øll tey ungu er: Hugsið tykkum meira enn einaferð um, tá tit eru rúsaði, latið bilin standa og takið heldur ein taxa. Latið fyri alt í verðini ”ikki” ein biltúr gera enda á tykkum. Eg vil ikki at onnur fólk skulu koma í somu støðu sum eg, bara orsakað av kleyvarskapi. Eg kundi verði sloppin undan øllum, um eg bara lat lykilin liggja sunnukvøldið fyri jól í 1988.

Annars er at siga, at eg eri glaður fyri lívið, tá eg hugsi um, hvussu nær eg var við at missa tað.