Fyrilestur: Pelagiska vinnan 2010-2025

Mánadagin 8. september er Fuglafjarðar kommuna vertur fyri øðrum parti av seminarrøðini við Óla Samró, ?Pelagiska vinnan 2010-2025.? Hesin partur, sum ber heitið ?Business-umhvørvið,? verður hildin í Mentanarhúsinum frá kl. 14 til18.

Sambært Óla Samró standa týðandi avbjóðingarnar fyri framman hjá pelagisku vinnuni í Føroyum. Landfrøðiliga plaseringin gevur føroyingum møguleika at gerast pelagiskur miðdepil í Norðuratlantshavi, men neyðugt er við miðvísum íløgum og strategiskum viðspæli frá samfelag og kommunum.

Fyrsti partur, ið var um tilfeingi, var hildin á Kambsdali í juni mánað, var væl vitjaður av fólki í vinnuni, politiska myndugleikanum og fíggingarstovnunum.

Fyrilestrarrøðin er fyri innbodnum, skrivar fuglafjørður.com.