Fyrilestur um Kópakonuna í Keypmannahavn

Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag. í evropeiskari etnologi heldur fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn mikukvøldið 11. november í sambandi við, at mentanarfrøðiliga bókin hjá henni um kópakvinnusøgnina í alheims skapi nú er komin út á trimum málum.

Enna Garðshorn Mikkelsen, cand. mag. í evropeiskari etnologi heldur fyrilestur í Føroyahúsinum í Keypmannahavn mikukvøldið 11. november í sambandi við, at mentanarfrøðiliga bókin hjá henni um kópakvinnusøgnina í alheims skapi nú er komin út á trimum málum.

 

Í 2010 kom bókin Sælkvinden – en sælsom fortælling út á donskum á Forlaget Trækfugl. Í august í ár gav Forlagið Sprotin bókina út á føroyskum við heitinum Kópakonan og á enskum við heitinum The Seal Woman – a legend retold and explored.

 

Í arbeiðinum við bókini hevur Enna Garðshorn Mikkelsen leitað aftur í fyrndini í Miðeystri, í arabiskari miðøld, í bretskari victoriutíð, í gomlu keltisku mentanini, í norðurlendskari mentan, í grønlendskari mentan og í Kyrrahavs mentan. Kópakonusøgnin er allastaðni!

 

Søgnin um kópakvinnuna hevur livað í fleiri hundrað ár sum munnborin skaldskapur. Søgnin sigur okkum, hvussu folk ímyndaðu sær eitt og annað í gamla bóndasamfelagnum. Hon kann takast úr hesum søguliga samanhangi og knýtast at vanligum royndum, sum nútíðarmenniskju gera sær. Kópakonan leiðir okkum inn í týdningar, ið eru um erotiska tráan, kærleika, at knýta bond, um at noyðast at fara frá onkrum, um sakn, sorg og longsul og um fyrigeving og revsing. Søgnin kann eisini síggjast sum ein mynd av rættarleysu og kúgaðu støðuni, kvinnur hava í einum partriarkalskum samfelag, yvirvøld.

 

Umframt mentanarfrøðiligu viðgerðini av kópakonusøgnunum hevur Enna Garðshorn Mikkelsen enduryrkt føroysku kópakonusøgnina úr Mikladali og latið hana í ein nútímans málsligan búna. Listakvinnan Elsa Heinesen hevur gjørt myndirnar í bókini.