Fyrilestur um trivnaðin í skúlanum

Í Vestmanna verður ein áhugaverdur fyrilestur um happing og trivnað hjá børnum Í samband við at ársfrágreiðingin hjá Vestmanna Skúlastýri skal leggjast fram fyri foreldrum og lærarum í Vestmanna Skúla, verður skipað fyri almennum, áhugaverdum fyrilestri í Aulunu í Vestmanna Skúla 23. oktober klokkan 19, har Anna Dalsgaard trivnaðarrágevið greiðir frá.

Anna Dalsgaard er júst komin aftur til Føroya eftir eitt ár í Danmark, har hon hevur skúlað seg innan arbeiðið við trivnaði og sosialari førleikamenning í skúlum og dagstovnum. Anna bjóðar seg fram til skúlar og dagstovnar at gera ítøkiligar mannagongdir í sambandi við trivnaðar- og antihappingararbeiði, ráðgeving og vegleiðing í trivnaðararbeiði við børnum og ungum í barnagarði og skúla, aktivt arbeiði við sosialum trivnaði í skúlaflokkum, við sosialari førleikamenning í barnagørðum og skúlum, í happingarfyribyrging. Vegleiðing og ráðgeving í at steðga happing, og aktivt arbeiði í skúlaflokkum, har happing er. Eisini heldur hon fyrilestur í evnum innan trivnaðarøkið fyri lærarum, pedagogum, foreldrum og øðrum áhugaðum.

Evnið ið nomið verða við eru millum onnur: Hvønn leiklut vit sum foreldur hava, tá ið tað snýr seg um trivnaðin hjá okkara børnum í skúlanum. Hvussu lesi eg av um barn mítt er happað ella um tað happar? Hvat kann eg gera? Hvat kunnu vit sum foreldrabólkur gera?

Anna Dalsgaard er útbúgvin lærari av N. Zahles seminarium í Danmark, hon hevur pedagogiska diplomútbúgving í sálarfrøði av Danmark pedagogiska universiteti, hjágrein í ítrótti (exam. scient) av Odense universiteti, skeið í konfliktmekling, sosialari førleikamenning, anti-happing og trivnaði, drúgvar royndir sum lærari í serskúlum og fólkaskúlum í Keypmannahavn og Føroyum, umframt eitt ár námsuppihald í Danmark, Svøríki og Noregi í skúlum og dagstovnum, sum raðfesta trivnað høgt.