Lagið var gott á monnum, tá ið føroyski landsliðshópurin stutt fyri døgurða mánadagin legði til brots við fyrireikingunum til dystin móti Kypros. Vant var á nýggja graslíkinum á niðara vølli í Gundadali, og 14 av teimum 19 monnunum, ið eru úttikinir vóru við til venjingina.
Fimm útisetar manglaðu
Nakrir av útisetunum vóru í dysti seint í gjár, og tí manglaðu fimm spælarar mánamorgunin. Todi Jónsson var ikki komin úr Noreg, Claus Bech Jørgensen var ávegis úr Onglandi, Súni Olsen var ávegis úr Danmark eftir sína debut úr superliguni, og so vóru teir báðir Rógvi Jacobsen og Símin Samuelsen við flogfarinum hjá Atlantsflog úr Íslandi um døgurðatíð mánadagin.
Seinnapartin mánadagin var venjing aftur á skránni, og tá skuldu allir 19 menninir verið tøkir til venjingina.
Av teimum 14 monnunum, sum vóru við til venjingina mánamorgunin, vóru tað tveir, ið tóku sær eitt sindur av løttum. Tað vóru teir báðir Jón Rói Jacobsen og Ingi Højsted, sum báðir høvdu fingið loyvi frá landsliðsvenjaranum til at taka sær av løttum, tí teir høvdu spælt krevjandi dyst dagin fyri.
Venjingin mánamorgunin var av teimum lættaru, og neyvan verður vant við fullari ferð, fyrr enn allir mans eru klárir.