Í morgin fyrrapartin fer eitt flogfar hjá Atlantsflog úr Vágum við kós móti Letlandi. Umborð á flogfarinum eru bestu manningarnar hjá ávíkavist B68 og B36, sum sama dag skulu royna seg í UEFA-Cup dysti í Letlandi. B36 skal, sum vit umrøddu í blaðnum í gjár, royna seg móti Metalurgs, meðan toftamenn skulu í dyst móti Ventspils.
Ikki óseriøst
Trygvi Mortensen, venjari hjá B68, sigur, at teir hava so at siga allar mans tøkar. Sterki verjuleikarin Herbert í Lon Jacobsen breyt eitt bein í fótinum í fyrra dystinum móti lettunum á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani, og hann verður neyvan tøkur aftur fyrr enn móti kappingarenda í ár, sigur B68-venjarin. Eisini er Mikkjal Thomassen, sum heldur ikki var við í fyrra dystinum, framvegis skaddur, men burtursæð frá teimum báðum løgreglumonnunum eru allir mans hjá B68 tøkir.
Spurdur um tað ikki er óseriøst av B68 og B36 ikki at fara til Letlands fyrr enn á sjálvum leikdegnum, sigur Trygvi Mortensen, at tað metir hann ikki. - Vit vænta ikki at vinna dystin, og í okkara eygum er dysturin meiri ein fyrireiking til fyrsta dystin í seinnu hálvu av landskappingini móti KÍ. Nú taptu vit 0-3 á heimavølli, men høvdu vit kanska vunnið 1-0, so er væl hugsandi, at vit fóru avstað nakrar dagar frammanundan, sigur Trygvi Mortensen.
At tað eisini er ein stór fíggjarlig sparing hjá feløgunum við at fara avstað á sjálvum leikdegnum, sigur seg sjálvt, og tað er eisini vert at hava í huga, heldur Trygvi Mortensen. Hann greiðir frá, at toftamenn sjálvir hava mat við til ferðina, soleiðis at teir ikki eru í vanda fyri at fáa onkran fremmandan mat úr Letlandi, sum møguligani kann fáa onkrar leikarar at kenna seg illa fyri. Í mun til B36, sum skal spæla einans sjey kilometrar frá flogvøllinum, skulu toftamenn koyra einar 120 kilometrar við bussi til teirra leikstað, sigur venjarin hjá B68.
Væntar stórt trýst
Sjálvur var Trygvi Mortensen ikki til staðar, tá ið B68 leikti fyrra dystin móti Ventspils, men hann hevur sæð dystin á sjónbandi. Út frá tí, sum hann hevur sæð, heldur hann, at Ventspils er eitt gott lið, sum spælir skjótan og tekniskan fótbólt. Hinvegin heldur Trygvi Mortensen, at lettarnir ikki eru serliga avgjørdir framman fyri málinum, tí teir høvdu eina rúgvu av málmøguleikum, sum vóru misnýttir, sigur venjarin hjá B68. - Okkara menn høvdu tó eisini sínar málmøguleikar, men tað eydnaðist ikki at gera sær dælt av hesum møguleikum.
B68-venjarin sigur seg vænta, at lettarnir fara at leggja eitt stórt trýst á toftamálið frá fyrsta bríklsi, men hann vónar samstundis, at Ventspils fer at lata summar av sínum bestu leikarum sita yvir, soleiðis at onkrir av vanligu eykaleikarunum sleppa framat. - Okkara útgangsstøði verður verjukent, og høvuðsendamálið hjá okkum verður at fáa leikferðina so langt niður sum gjørligt, sigur Trygvi Mortensen, sum vónar, at B68 fær eitt gott úrslit i dystinum, hóast tað fyrst og fremst er landskappingin, ið telur hjá toftamonnum.