Fyrireikingarnar til Summarfestivalin ganga væl

Veðrið er av tí allar besta í Klaksvík í kvøld, og fyrireikararnar av Summarfestivalinum eru farnir ein túr oman á Akursmørk, har tjaldingarøkið verður aftur í ár.

Í fjør var tjaldingarøkið fyri fyrstu fer á Akursmørk, ið er mitt í hjartanum á festivalinum. Økið var deilt upp í helvt, við ungdómstjalding øðrumegin, og familjutjalding hinumegin, og hetta var so væl eydnað, at tað verður endurtikið í ár.

Sjálvt um tað hava verið nógv góð tiltøk ígjøgnum summarið, og tað eru nógv eftir enn, so er áhugin fyri summarfestivalinum, ikki minkaður.

- Vit vita at undirtøkan verður góð aftur í ár, og at fólk eru spent til festivalin. Tað sum serliga dregur hesaferð er Twisted Sisters, men vit merkja eisini at fólk eru spent uppá bæði Anne Linnet og Rock Icons, sigur Steintór Rasmussen, stigtakari og fyriskipari av Summarfestivalinum.

Festivalurin kemur at líkjast sær sjálvum. Umframt tjaldingarøkið verða báðir skúlarnir eisini brúktir til gisting, og camping verður bæði á sandinum og fram við vánni. Eisini eru tað nógv, ið hava bílagt bátapláss, og ætlanin er, eins og undanfarin ár, at hava eitt stórt Silvaland til børnini.

Skráin verður endaliga kunngjørd áðrenn Ólavsøku.