Í viðmerkingunum til fyrispurningin, sigur sambandsmaðurin Flemming Mikkelsen, at fyri árum síðani legði Sambandsflokkurin uppskot fyri Løgtingið um serskatting av hjúnum. Uppskotið fekk ikki undirtøku og fall. Síðan eru royndir gjørdar, uttan komið er á mál.
? Ein kann spyrja, hví Sambandsflokkurin ikki hevur framt málið um serskatting av hjúnum, tá flokkurin hevur myndað landsstýrið. Svarið er, at hvørja ferð, boð hava verið eftir Sambandsflokkinum at mynda landsstýri síðan fyrst í 80?unum, hevur landið verið um at fara av knóranum. Hvørja ferð komið er nøkunlunda á rættkjøl aftur, er Sambandsflokkurin settur uttanfyri.
Risaavlop
? Nú skjótt 2 ár eftir, at Sambandsflokkurin varð settur uttanfyri aftur, sigst, at so væl kom burturúr, at landskassin hevur millum hálva og heila milliard krónur í avlopi árliga, so ikki kann sigast annað enn, at væl varð lagt til rættis árini 1994-98.
? Um serskatting av hjúnum, har annar hjúnafelagin av ein hvørji orsøk er heimaarbeiðandi, varð sett í verk, og har inntøkan t.d. verður javnað upp til kr. 140.000, hevði hetta í fyrstu atløgu kostað landskassanum umleið 28 ? 30 mió. kr. árliga, men hevði minkað so hvørt, sum trivnaðurin øktist.
Og at enda sigur Flemming Mikkelsen, at við føroysku familjuni og risaavlopi landskassans í huga stur hann landsstýrismanninum í skattamálum, Karsten Hansen, henda spurning.