Fyrrverandi bankastjórin stovnar nýtt felag

Fýra nýggj íverksetarafeløg og trý nýggj smápartafeløg eftir einari viku ber boð um, at áhugin fyri íverksetan framvegis er stórur í Føroyum.

 

Teirra millum er nýggja felagið hjá fyrrverandi stjóranum í Bank Nordik, Janusi Petersen. Nýggja felagið eitur Frami Bygging, og skal reka virksemi innan bygging, handil og líknandi, sambært Business-Line.

 

Í fjør stovnaði bankastjórin smápartafelagið Frami, sum hevur latið ein íbúðarbygning byggja á Karlamagnusarbreyt í Havn. Tað er hetta felagið, sum stendur sum stovnari av nýggja felagnum, og Janus Petersen er stjóri í báðum feløgunum.

 

Allar broytingarnar í partafelagsskránni í seinastu viku síggjast her.