Hóast Sosialurin ikki hevur fingið tað váttað á nøkrum almennum stað enn, so vilja álítandi keldur blaðið hevur tosað við, vera við, at fyrrverandi saltfiskalínuskipið Borðoyarnes úr Klaksvíks er tikið av fronskum herskipi. Seks alvápnaðir hermenn eru settir umborð á Borðoyarnes, nú skipið hevur fingið boð um at sigla inn til fronsku oynna Réunion.
Við fyrrverandi Borðoyarnesi eru fleiri føroyingar og skiparin sigst eisini at vera føroyingur. Sosialurin hevur fingið upplýst frá álítandi keldum, at skipið varð tikið av fronsku sjóverjuni, tá tað hevði havt tvær setur eftir Patagonian Toothfish, møguliga innan fyri 200 fjórðinga franska territorialmarkið. Hóast manningin er undir strongum eftirliti av fronsku hermonnunum hevur Sosialurin frætt, at tað hevur eydnast einum av manningini at ringja heim til Føroya og siga frá, at teir eru tiknir og eru á veg til oynna Reunion, sum liggur eystan fyri Madagaskar.
Tað er als ikki vist, at skipið hevur fiskað ólógliga, tí tað kann eisini vera, at tað av misgáum ella øðrum orsøkum hevur verið inni á fronskum øki. Skipið, sum varð tikið herfyri, við Sigmundi Andreassen sum skipara, hevði ikki boðað frá, at tað var komið inn í franskt farvatn, tá tað var á veg frá fiskileiðunum til at landa.
Sosialurin hevur skilt, at franskir myndugleikar ynskja ikki,at aðrar tjóðir leggjast at fiska av teimum ríku fiskastovunum, sum fransar halda seg eiga einkarrættin til. Fyri at leypa hvøkk á aðrar fiskitjóðir leggjast fransar á fiskiskipini gera tey bara okkurt skeivt.
Tað er annars ikki greitt, hvør eigur fyrrverandi Borðoyranes, men tað skilst, at talan er um áhugamál bæði í Føroyum, Noregi og í Hongkong. Høvuðseigararnir eru úr Noregi. Fyrrverandi Borðoyarnes er bert eitt av fleiri skipum, sum troyta ríku og nýggju fiskileiðirnar í suðurindiska havinum. Skipið hevur fleiri ferðir avreitt á oynni Mauritius. Tað er nakrir mánaðir at eitt norskt skip við einum føroyingi sum skiparia varð tikið av fronsku sjóverjuni og ført til Reunion. Skiparin Sigtór Andreassen ur Vági hevur nú verið á oynni í fýra mánaðir, meðan sakarmál verður fyrieikað. Passið er tikið frá honum, og hann sleppur tí ikki av oynni. Sosialurin hevur skilt, at danski uttanríkismálaráðharin nú hevur lagt seg út í málið eftir áheitan frá føroyska fólkatingsmanninum Jóannesi Eidesgaard.