Fyrst børnini, nú tey gomlu

Okkurt má gerast, so at okkara gomlu, fáa sømulig kor. Tað skilda vit teimum

Jan Christiansen, borgarstjóri
????????????
Lat meg fyrst, enn einaferð vísa á, at barnaansingarøkið er kommunalt, ímeðan eldra økið er 100 prosent landsmál. Vit lovaðu undan seinast vali, at nú var nokk tosað um barnaansingar trupulleikarnar, og at nú skuldi hesin trupulleikin loysast. Lyftið vit góðu er útført, barnaansingartrupulleikin er loystur.
Vit hava staðfest, at landið ikki megnar at loysa sínar trupulleikar viðvíkjandi eldrarøktini, og hevur Tórshavnar Kommuna tikið atlit til hesa støðu. Støðan hjá nógvum gomlum er so vánalig, at sitandi býráðssamgonga beinanvegin fór til verka at hjálpa uppá støðuna. Ellisheim til 10 búfólk er liðugt í Tjarnargari. Dagtilhald er eisini bygt í Tjarnargarði, har 12 familjur kunnu verða avlastaðar í dagtímunum, við tað at tey trygt kunnu lata minnisveiku mammuna ella pápan til fakfólk, sum undir góðum umstøðum kunnu taka sær av viðkomandi. Heim fyri minnisveik er undir bygging við Vallalíð, og um fáar mánaðir er heimið liðugt, so at 16 dement eldri fólk kunnu flyta inn. Somuleiðis er samtykt og peningur settur av til bygging av nýggjum røktarheimi til 24 fólk, sum væntandi er liðugt um eitt ár ella so. Stuðul er somuleiðis givin Alsheimerfelagnum, ið fyrsta dagin lata upp dagtilhald til minnisveik.
Tørvurin er stórur, og eru vit vælvitandi um, at oman fyri nevndi plássini avgjørt ikki nøkta tørvin hjá teimum gomlu. Men skjøtil er settur á, og nú er túrurin komin til tey gomlu.

Fleiri búmøguleikar
Tað líkist ongum, at vit í 2004 ikki kunnu veita okkara gomlu búmøguleikar, soleiðis at tey kunnu fáa eina trygga tilverðu teirra seinastu ár. Umráðandi er, at fleiri møguleikar eru at velja ímillum hjá okkara eldra ættarliði, tá tey ikki longur orka at búgva heima.
Smærri tryggar íbúðir til teirra, ið eru frægast fyri. Sambýli til tann, ið ynskir tað, og ellisheim til tey, ikki ikki hava ta stóru røktina fyri neyðini, sum eitt røktarheim kann geva. Ikki er rætt, at gomul dement mugu búgva saman vit teimum, ið hava sítt fulla vit. Tí er avgerandi, at vit bygga heim, ið hóska til okkara gomlu.
Tá Landið ikki orkar at taka á seg uppgávuna, so mugu vit hjálpa til, soleiðis at okkara gomlu borgarar fáa sømulig kor. Tað skylda vit teimum.
Annars haldi eg, at eldraøkið átti at verið lagt út til kommunurnar at umsiti!